Sambandsmaður við flaggi á armi og tjóðskapi í hjarta

Sambandsmaður við flaggi á armi og tjóðskapi í hjarta.

 

Soleiðis lýsir fyrrverandi tíðindakvinna og fólkatingsvalevni hjá Tjóðveldi, abba sín.

 

Aftursvar til grein hjá Liljuni Weihe og Suna Merkistein.

 

——

 

Nei, vit liva ikki  av valdi, ábyrgd og tjóðskaparkenslu. 

 

Og tað er júst soleiðis Tjóðveldi, í besta føri villleiðir, og i seinna lagi hevur eitt politiskt tilverugrundarlag, eitt veruleikafjart romantiskt støði í yvirskriftum, armrørslum, fólkafundum og kenslum, sum ikki ríka einstaka føroyingin, hvørki materielt ella eksistensielt, hvørki sjálvstøðugt- ella samfelagsliga, í tí líki vit mynstra dagin. 

 

 

 

Vit húsast i egnum landi, i felagsskapi við eini seks milliónum dugnaligum samfelagsskapandi grannum, sum geva okkum atgongd til lagkøkuna á líka fóti við tey, tað verði seg  útbúgving, bústøðum, arbeiði, heilsubót og annað, í tann mun vit ynskja tað.

 

 

 

Hví skulu øll hesi tilboð blíva til nýggj forhandlingsøki bæði í Danmark og óivað í fleiri øðrum londum, um vit skulu loysa, og hvi skulu vit skapa split og illstøður um tað vælferðarstøði okkum stendur i boði, eisini uttanlands?

 

 

 

Jú, gamaní, danir fáa nógv frá okkum og okkara landafrøðiligu væl staðsettu  oyggjum, men oyggjar gera einki einsamalt. 

 

Vit eru gott fimtitúsund fólk, illneitast um tað mesta og megna í løtuni ikki eitt portur i Saksun, tíansheldur trygdar og verjupolitikk, sum Tjóðveldi er so altrátt eftir at fáa í hús, ongantið ov skjótt.

 

 

 

Og er okkara landafrøðiliga støða, havríkidømi, vinna og arbeiðsfólk ikki størri garantur fyri okkara ríkidømi, vælferð og signing enn politiska valdið og Tjóðveldi í  teirra alfaðirligheit, sum eg haldi, verðini so líkt, meira snúgva seg um vald og valdsgirnd. Haldið mær til góðar.

 

 

 

Nei, vit mugu ikki lata okkum lumpa av føgrum orðum, sum í alt ov langa tíð hava  máa støðið undir øðrum tjóðskaparligum politiskum arbeiði, tað verði seg máli, fólkaskúla  og mentan og øðrum, sum liggur okkara  gerandisdegi nógv nærri, er í hóttafalli og stendur sum tongul í brimi i vinnuligari og talgildari altjóðagerð.

 

 

 

Her lúra nógv størri vandar, sum rópa eftir politiskari orku, tjóðskaparrørslu, raðfestingum og pengum.

 

 

Ja, Liljan, tá í tíðini vóru flestu fólk sambandsfólk, eisini abbi mín, sum skipari bardist á ótryggum havi, tryggjaði sínum, og øðrum við, mat í munnin og kendi á egnu kroppi, hvussu lítil vit eru, bæði í lívs, samfelagi og bylgjuhøpi.

 

 

 

Í dag er verðin ein onnur og onnur viðurskifti seta dagsskrá. Farsóttir, veðurlagshóttanir, hybrid kríggj og annað í so stórum vavi, at vit eru sum lítil bátur, á stórum havi , i ringasta ódnarveðri.

 

Latið okkum verja um okkar tjóðskaparkenslu og samleika og samstundis spæla við altjóða i tí mátistokki vit muna og megna, og annars kjúkla um  okkum øll,  sum her á landi búgva.

 

Latið okkum hava flaggið tatoverað í hjartanum, og ugluna, sum i djóraverðini er klókskapur og vísdómur, í høvdinum.