Jón Guttesen, Tvøroyri
?????????????????
Um sambandslummaroknarin hevur verið frammi nú
so hevur hann verið frammi áður
Einaferð skuldi suðringar fáa Smiril
Men tá segði sambandslummaroknarin nei
Einaferð skuldi útvarp koma
Men tað helt sambandslummaroknarin ei
Einaferð skuldi atlandsflog stovnast
Men sambandslummaroknarin meinti ei
Kanska tey flugva við Maersk bæði
Lisbeth og lummaroknarin tvey
Ei finnur tú framburð í reglunum her
Men áræði at sita gumpinum á
Farvæl fullveldi fram á skýggjan tónar
Góðandag afturhald, grønar keks og elli
Nú veljarin fer at stuðla teimum báðum í
At góðu Føroyar afturat ríkisboppuni skulu leggjast
Súgva seg gott feita og óhjálpin
Har er tryggleikin, líkasælan og svøvnurin honum á baki