Jón Guttesen
??????????
Lisbeth eigur ein Sambandslummaroknara og hann hevur verið frammi
Góður er hesin Sambandslummaroknari, einamest í einum valstríði.
Tí Sambandslummaroknarin veit Lisbeth at siga, at um hon sigur 40 heldur enn 60 (á "Eyka arbeiði")
Ja so fara pengar at floyma í Føroyum.
Sambandslummaroknarin kann neppa Lisbeth fortelja
Um toskur tá verður meiri ella um prísir tá verða hægri
Ej heldur um laksur tá verður dýrur ella um svartkjaftur tá verðir eftir
Nei Sambandslummaroknarin veit kanska at siga
at tá fara vit at klippa okkum nakað nógv oftari!
Ja sjálvt hjá tí allar, allar gløggasta mann búskapur verða sverur
Og hjá Lisbeth, ja, heldur sverari
Tí hevur Sambandslummaroknarin hjá Lisbeth
Ein knøtt sum lummaroknarin hjá tær og mær ej hava
Ein knøtt sum fær øll roknistykkir at ganga upp
Um enn bert fyri eina tíð
Sum fær øll reyð tøl at blíva svørt
Um enn ikki permanent
Sum fær teg at gloyma alt um skynsemi og sjálvbjargni, ýðni og fullveldi
Ein knøtt við drotningakrúnu á
Eg haldi tað er á henda knøtt
Lisbeth hevur havt fingurin á!