Sambandsflokkurin vil viðgera skrásett parlag

Sambandsflokkurin sleppur ikki at leggja uppskot um skrásett parlag fram, tí tað krevur 17 undirskriftir, og tað fær Sambandsflokkurin ikki.

 

Freistin at leggja uppskot fyri tingið er farin, og skal eitt nýtt uppskot leggjast fram, so krevur tað 17 undirskriftir frá tinglimum. Sum skilst hevur Sambandsflokkurin í morgun havt í hyggju at savna undirskriftir inn til at leggja eitt uppskot fram um skrásett parlag.

 

Sum skilst, so er juridiska innihaldið neyvt tað sama, men munurin er, at orðið “hjúnaband” ikki partur av uppskotinum hjá Sambandsflokkinum.

 

Kaj Leo Holm Johannesen hevur júst ført fram í tinginum, at Sambandsflokkurin “ikki sleppur” at leggja uppskotið fram. Ivaleyst meinar hann við, at samgongutinglimir ikki vilja skriva undir uppá, at uppskotið skal leggjast fram og harvið sleppa til viðgerðar.

 

Meira um hetta uppskotið seinni.