Tað er ikki nóg mikið at fara undir at bjóða tænasturnar hjá Strandferðsluni til privatar at reka. Virksemið hjá Landsverkfrøðinginum skal eisini yvir á privatar hendur, heldur Sambandsflokkurin.
Flokkurin hevur lagt fram eitt uppskot til samtyktar, har hann heitir á landsstýrið um at syrgja fyri, at so nógv av virkseminum hjá hesum báðum stovnunum sum gjørligt verður privatiserað og útlisiterað til privat at røkja. Strandferðslan og Landsverfrøðingurin skulu niðurleggjast, og ein deild undir Vinnumálastýrinum skal stovnast at hava um hendi privatiseringar og útlisiteringar av virkseminum hjá Strandferðsluni og Landsverkfrøðinginum.
Uppskotið hjá Sambandsflokkinum er lagt fyri løgtingið, eftir at Bjarni Djurholm hevur lagt fram eitt annað uppskot um at bjóða út tænastur hjá Strandferðsluni til privat at reka. Sambandsflokkurin heldur at virksemið hjá Landsverkfrøðinginum eisini skal takast við, nú ætlanin er at fara undir útlisiteringar og privatiseringar. Við uppskotinum sigur Sambandsflokkurin seg leggja upp til eina heildarloysn.
Sambandsflokkurin vil av við teir báðar stovnarnar, tí teir hava verið truplir at umsita, og sum flokkurin sigur í viðmerkinginum, hava teir mangan givið landsstýrismonnum og løgtingsmonnum grá hár í høvdið. Eisini hevur verandi skipan onkuntíð verið beinleiðis orsøkin til samgonguslit.
Sambandsflokkurin heldur harumframt, at tað er ov dýrt at hava tveir almennar stovnar sum Strandferðsluna og Landsverkfrøðingin.
- Flestu munnu ásanna, at skipanin hevur fingið loyvi at vaksa á ein hátt, sum ikki gevur borgarunum bestu og bíligastu tænastuna, sigur Sambandsflokkurin í viðmerkingunum.
Nevnd skal finna loysnina
Júst hvussu ein tílik privatiserings- og útlisiteringsætlan skal fremjast í verki, veit Sambandsflokkurin ikki nágreiniliga. Hann skjýtur tí upp, at ein skjóttarbeiðandi nevnd verður sett at gera eitt uppskot fyri teir báðar stovnarnar undir einum. Málsetningurin hjá nevndini skal vera at finna fram til eina loysn, sum gevur eina betri og bíligari tænastu, stendur í viðmerkingunum til uppskotið, sum kemur fyri í løgtinginum hesa vikuna.