Sambandsflokkurin: Viðgerðartrygd, hægri pensjón og barnafrádrátt

Trý av teimum ítøkiligu vallyftunum, sum Sambandsflokkurin fer til val uppá, er viðgerðartrygd til øll innan 30 dagar, at grundupphæddin hjá pensjónistum skal hækkast við 580 krónum, og at barnafrádrátturin skal hækka við 2000 krónum fyri hvørt barnið

Tað var Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, sum legði valskránna hjá flokkinum fram í Smæruni í Havn mikudagin.

Vallyfti á sosialu síðuni

Tað er serliga innan tey meira sosialu økini, at flokkurin roynir at dyrgja eftir atkvøðum. Valtilfarið var heldur ikki bara í tí vanliga bláa litinum, men tann reyði liturin, ið vinstraflokkarnir ofta nýta, var eisini at síggja í valtilfarinum

– Sambandsflokkurin hevur altíð verið ein sosialliberalur flokkur, har vit eisini leggja dent á tey sosialu økini, segði Bárður Nielsen, tá ið hann svaraði upp á fyrispurning, um Sambandsflokkurin var vorðin meira vinstrahallur.

– Øll skulu koma í viðgerð. Ongin skal bíða í longur enn 30 dagar fyri at koma í viðgerð. At fáa viðgerðartrygd er eitt tað fyrsta, vit skulu gera, um vit koma til valdið, segði Bárður Nielsen.

Hann vísti á, at tað er tann læknaligi førleikin, ið má avgera, hvør fær viðgerð í Føroyum, og hvør skal hava viðgerð uttanlands; tað vil flokkurin ikki blanda seg uppí. Hann segði seg eisini vita, at systirflokkurin hjá Sambandsflokkinum, Vinstri, gongur inn fyri, at føroyingar kunnu fáa viðgerðartrygd, og hann helt ikki, at danski Javnaðarflokkurin fór at siga nei.

Sambandsflokkurin hevði ikki nakrar neyvar útrokningar, hvat tað fer at kosta at seta viðgerðartrygd í verk.

– Eg veit ikki prísin. Mítt besta boð er tað, sum formaðurin í læknafelagnum kom við, og tað er 300 milliónir krónur, segði Bárður Nielsen.

Prísur á vallyftum

Sambandsflokkurin vil eisini hækka barnafrádráttin við 2000 krónum fyri hvørt barnið og grundupphæddina hjá pensjónistum við 580 krónum.
Roknistykkið fyri vallyftini sær soleiðis út:

– Viðgerðartrygdin fer at kosta 30 milliónir krónur um árið, barnafrádrátturin 25 milliónir krónur og grundupphæddin 55 milliónir krónur, segði Bárður Nielsen.

Í sambandi við inntøkur til landskassan ynskir Sambandsflokkurin, at eitt prosent av rakstrinum, sum svarar á leið til 60 milliónir krónur um árið, fara til raðfestingar.

Hóast vit hava havt sera góðar tíðir í Føroyum síðstu árini, so heldur Bárður Nielsen ikki, at tíðin er komin at lækka ríkisveitingina.

– Tilsamans fáa vit 1 milliard krónur í ríkisveiting. Men yvirskotið í fíggjarætlanini er ikki nærnámind tí. Tað er bara 1,5 prosent av BTÚ. Tíðin er ikki búgvin at lækka ríkisveitingina, segði Bárður Nielsen.

Tað privata skal sleppa til á orkuøkinum

Tað vóru eisini onnur vallyfti, men tey helt formaðurin ikki fara at kosta landskassanum nakað serligt. Her sipaði hann millum annað til, at um tað privata sleppur til á tí grøna økinum, so skulu tey eisini koma við íløgunum.

– Vit skulu liberalisera elveitingarøkið, so at vit skilja netið frá. Privatir aktørar sleppa ikki til í dag, men teir skulu hava møguleika at sleppa til og framleiða inn á netið hjá SEV. Tað gevur kapping. Tey privatu feløgini hava fult av hugskotum, og tey vilja eisini gjalda fyri tað. Tað síggja vit, nú prísurin er farin niður í helvt í mun til fyri 10 árum síðani og er lækkaður um 20-30 prosent í mun til fyri trimum árum síðani. Føroyar skal vera grønari, og vit mugu seta ferð á at fáa grøna orku. Tað er heilt vist, at samfelagið fer at spara milliardir við tí grøna politikkinum, segði Bárður Nielsen.

Tað eru kommunurnar, ið eiga SEV, og tað er ikki vist, at tær eru so sinnaðar at lova teimum privatu inn á netið. Bárður Nielsen heldur, at tosast má við kommunurnar, men hann er tó ikki sinnaður, at landið ognartekur SEV, fyri at fáa sín vilja ígjøgnum á hesum økinum.

Tvinga ikki kommunur saman

Í sambandi við tað kommunala økið, so hevur Johan Dahl, valevni hjá Sambandsflokkinum, róð fram undir, at neyðugt er at tvinga kommunur saman, so vit fáa størri og sterkari kommunal økir, sum megna størri uppgávur. Bárður Nielsen vil tó ikki tvinga kommunur saman við lóg.

– Vit ganga ikki inn fyri at tvinga kommunur saman. Men tað er ynskiligt, um tað vóru fleiri sjálvbodnar kommunusamanleggingar. Tað er tíverri ikki hent, segði Bárður Nielsen.

– Í dag er munur á kommunum. Til dømis nú eldraøkið varð lagt út. Um vit skulu leggja fleiri uppgávur út á kommunurnar, so er tað ein fortreyt, at vit skulu hava størri kommunalar eindir ella størri kommunal samstarvsøki. Tað skal ikki vera so, at tænasturnar eru ymiskar í miðstaðarøkinum í mun til kring landið. Tað skulu vera eins tænastu kring alt landið, segði Bárður Nielsen.

Samríkisflokkur

Formaðurin í Sambandsflokkinum nýtti annars føgur orð, tá ið hann lýsti, hvat høvuðsmálið í valskránni hjá Sambandsflokkinum er:

– Vit skulu hava eitt samfelag í serflokki skilt á tann hátt, at vit skulu skapa framtíðarmøguleikar, soleiðis at vit fáa ment og útbygt og tryggjað føroyska búskaparvøksturin komandi árini, fyri at tryggja ta føroysku vælferðina og hava ráð til at varðveita og útbyggja vælferðina, segði Bárður Nielsen.

Hann legði eisini dent á tað, sum Sambandsflokkurin millum annað er kendur fyri og skilir seg út í mun til aðrar flokkar, nevniliga eitt tætt tilknýti til Danmark.

– Sum tann einasti samríkisflokkurin vilja vit útbyggja og menna ríkisfelagsskapin, taka av marknaforðingar, so at møguleikar hjá føroyingum verða víðkaðir til dømis innan útbúgving, arbeiði og bústað. Við ríkisfelagsskapinum kanst tú røkka heilt frá Miðalhavinum og norður til Norðpólin, segði Bárður Nielsen.

– Vit eru einasti flokkur, sum vil varðveita og útbyggja ríkisfelagsskapin, tí vit meta, at hetta gevur Føroyum og føroyingum møguleikar. Tí eiga vit at hjúkla um felagsskapin, segði Bárður Nielsen.

Fiskivinnunýskipanin

Viðvíkjandi fiskivinnunýskipanini so ynskir Sambandsflokkurin, at fleiri tillagingar verða gjørdar.

– Vit løgdu eitt uppskot fram, sum hevði eina uppsagnartíð upp á átta ár, at tað skuldi vera eitt yvirskotsbaserað tilfeingisgjald á vinnuni. Tað er nógv eftir at seta í verk av tí, sum verandi samgonga hevur gjørt á fiskivinnuøkinum. Men tað skulu nógvar tillagingar gerast, segði Bárður Nielsen.

Hann helt millum annað, at verandi útluting við eini óheftari nevnd var alt annað enn óheft.

– Talan hevur verið um politiska útlutan. Til dømis vórðu Eysturoy og Norðoyggjar útihýstar politiskt. Tað er ikki nøktandi, segði Bárður Nielsen.

Hann vísti eisini á, at av tí at tað eru ótryggir karmar, vera nýíløgur ikki gjørdar.

– Vit síggja, at vinnan ongar íløgur hevur gjørt síðstu 12 árini í nýggj skip. Tað er bara tað eina skipið, ið er komið, men tær ætlanirnar vóru lagdar frammanundan. Tað kunnu vit sum politisk skipan ikki standa modell til. Tí mugu vit fáa eina skipan við tryggum kørmum, soleiðis at nýíløgur aftur verða gjørdar í fiskivinnuna, so at vit ikki sigla afturút og missa kappingarføri. Nýíløgur betra eisini um umhvørvi, segði Bárður Nielsen.

Cpr-nummar
Sambandsflokkurin hevði eisini nógv annað á valskránni, millum annað at fáa fjølbroyttari bústaðarmøguleikar kring alt landið, at leigubústaðir verða bygdir kring landið, at vinnan fær kappingarførar karmar at virka undir, at KT-økið verður raðfest, at tað skal vera javnstøða á arbeiðsmarknaðinum, at Talgildu Føroyar verður stuðlað, at vit fáa fleiri útbúgvingar á Setrinum, at heilsuverkið verður dagført og ment, at likam- og sálarheilsa skal líkastillast, at diabetessentur skal stovnast, at vit fáa fleiri serlæknar, at vit fáa fría atgongd til ES-marknaðin, at vit fáa betraða atgongd til sendistovukervið um allan heim, at mótrokningin fyri arbeiðsinntøku hjá pensjónistum skal avtakast, at vit fáa eina skipaða ferðavinnu, at vit taka undir við teimum burðardyggu heimsmálunum hjá ST, at Tjóðsavnið fær betri hølisumstøður og at mentanar- og ítróttarøkini verða raðfest.

– Vit skulu eisini hava cpr-nummar til allar føroyingar. Eg hoyrdi eina søgu ein dagin, at ein føroyingur ikki kundi keypa sær einar brillur á Strøgnum í Keypmannahavn, tí at hann ikki hevði nakað danskt cpr-nummar. Tað ber ikki til. Við cpr-nummari renna vit okkum ikki inn í líknandi trupulleikar, og vit fáa eisini nógvar aðrar fyrimunir, segði Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum.


-----------

 

Fara ikki í samgongu sum luktar av fullveldi

Sambandsflokkurin er opin fyri øllum samgongumøguleikum, tá ið valúrslitið er klárt 31. august

– Vit eru ikki útihýstir av nøkrum og vit ætla okkum ikki at útihýsa nakran. Vit fara í ta samgongu, har vit fáa ført okkara politikk, segði Bárður Nielsen.

Hann vildi ikki siga, hvørt honum dámdi betur at samstarva tann reyða ella bláa vegin, men hann váttaði kortini, at tað ikki kemur upp á tal at fara í eina samgongu, ið ynskir fullveldi. 

– Vit eru opnir fyri øllum møguleikum, men vit fara ikki í eina samgongu, ið luktar av fullveldi, segði formaðurin, Bárður Nielsen.

Hann vísti eisini á, at tað er týdningarmikið at fáa eina meirilutasamgongu, sum er arbeiðsfør.

Sambandsflokkurin stillar við einum liði á 29 valevnum. 19 menn og 10 kvinnur.