Sambandsflokkurin uppstillingarfund týsdagin

Føroya Væl, Veljarafelag Sambandsfloksins í Suðurstreymi, hevur fyrsta uppstillingarfund til komandi býráðsval, týsdagin 16. august kl. 20 á Gamla Apoteki.

 

Tað skrivar Sambandsflokkurin á síni heimasíðu síni.

 

Seinastu tvey valini hevur Sambandsflokkurin havt eitt umboð í Tórshavnar býráð. Í báðum førum hevur tað verið Annfinn Brekkstein, ið er valdur inn.