Sambandsflokkurin uppstillingarfund í næstu viku

Lítið hevur verið at frætt frá Sambandsflokkinum til kommunvalið, ið verður í november.
Formaðurin í Føroya Væl, Hanus Midjord, sigur, at nøkur hava fingið áheitanir um at koma á listan, men hann vil ikki siga hvønn talan er um, áðrenn uppstillingarfundur hevur verið. Eftir ætlan verður fyrsti uppstillingarfundur í næstu viku.

Seinasta val stillaðu 14 fólk upp á sambandslistanum. Eftir ætlan verður talan um tað sama hesuferð.
 –Vit eru ein rúmligur flokkur og vilja leggja okkum eftir at fáa ein breiðan lista, sigur Hanus Midjord. Hanus Midjord sigur víðari, at tey eru ikki nøgd við bert at hava ein býráðslim. Málið er at vinna størri umboðan í býráðnum.


Seinasta kommunuval fekk Sambandsflokkurin Annfinn Brekkstein valdan við 345 atkvøðum.