Sambandsflokkurin trýr ikki veljarakanning

Í kjalarvørrinum av fyrstu veljarakannigini, sum gjørd er eftir at, at løgtingsvalið varð skrivað út, hevur Sambandsflokkurin í morgun sent út tíðinskriv, har flokkurin vísir á, at vit ikki eiga at trúgva veljarkanningum

– Er ikki frægast, at fólk velja eftir egnari sannføring heldur enn veljarakanningum, spyr Sambandsflokkurin.

– Spurningurin er, hvussu stórt álit kann setast á veljarakanningar, tí tær roynast svikaligar. Feskasta dømið er frá fólkatingsvalinum, har ið veljarakanningarnar raktu langt við síðuna av valúrslitinum. Royndir úr Bretlandi, Danmark og øðrum londum vísa tað sama: veljarakanningar kunnu vera svikaligar, staðfestir Sambandsflokkurin, sum leggur dent á at hann setur spurnartekin við, at miðlar og viðmerkjarar at kalla skipa samgongur út frá einari veljarakanning.

– Tað kundi verið seriøsari. Er ikki frægast, at fólk velja eftir egnari sannføring heldur enn veljarakanningum, spyr Sambandsflokkurin í tíðindaskrivi í morgun.