Atli Hansen
Valevni fyri Sambandsflokkin
Kjølfestur í teimum bestu virðum í okkara fólki liggur Sambandsflokkurin til akkers í tryggari legu. Hann tekur ikki tey stóru sveiggini, men stendur fyri tí hóliga og skilagóða og borgar fyri dygd í teimum politisku framstigunum.
Soleiðis eisini í arbeiðinum innan ríkisfelagsskapin - á fólkatingi. Umboðini fyri Sambandsflokkin hugsa um føroysk áhugamál og samstarva við aðrar flokkar í fólkatinginum um at røkka góð úrslit.
Føroysku loysingarumboðini hava forkomið nógvum og lagt gift fyri nógvum møguleikum - ikki bara í teirra virki innan fólkatingsgáttina, men kanska serliga í tí fatalu loysingarsamgonguni á Føroya løgtingi, so tað er meira umráðandi enn nakrantíð, at Sambandsflokkurin varðveitir fólkatingssessin sum verja móti hesum ágangi.
Tí er tað eisini meira neyðugt enn nakrantíð, at øll sambandsáhugaði - og gjarna nógv onnur - fara á val og seta krossin við Sambandsflokkin. Hann stendur fyri tí trygga og røktini av ríkisfelagsskapinum.
Einki kemur av sær sjálvum. Vit mugu berjast fyri tí, sum vit hava kært.
Gott val.