Onkur heldur kanska, at hetta er gott politiskt arbeiði, men tað er sera ódámligt, serliga tá hugsað verður um, at sami flokkur hevur løgmann, sum er leiðari hjá samgonguni.
Seinastu tíðina hava verið fleiri hendingar, har leiðandi fólk í Sambandsflokkinum tváa sínar hendur og geva øllum øðrum skyldina fyri tað, sum hendur.
Tað kann væl vera, at hetta kann geva nøkur bílig politisk stig her og nú, men tað hevur ikki verið vanligt í Føroyum, at slíkt gevur í seinasta enda. Undanstøkking hevur ongantíð verið ein dygd her á landi.
Vit kunnu taka nøkur tilvildarlig dømi hesar síðstu dagarnar:
1. Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna sigur í fjølmiðlunum, at tað at mótrokna fyritíðarpensjonistar við 25% frá fyrstu krónu, er henni ein herskin biti, men tað er ein polisitsk semja. Hvør skal siga, at hatta eri eg bukað til, og løgmaður hevur als onga viðmerking!
2. Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður vil frá tingsins røðarapalli hava at vita, hvør tað er, sum hevur skotið hetta upp viðvíkjandi fyritíðarpensjónum, hóast hansara egni flokkur umsitur málið. Harvið er sjálvandi ivin sáddur, og løgmaður sigur framvegis einki!
3. Magni Laksafoss, løgtingsmaður (sum altíð í andstøðu til samgonguna) gevur Fíggjarmálaráðnum av grovfíluni fyri Ólavsøkupakkan, tí hann er ov lítið virkisskapandi. Hesin búskaparligi strategurin hjá Sambandslokkinum (sum flokkurin hevur sett til at umsita mentamál) er náðileysur í sínum kritikki av øllum øðrum. Hetta er so yvirskriftin nakrar dagar, og løgmaður hevur onga viðmerking!
4. Edmund Joensen, løgtingsmaður (og hin andstøðutingmaðurin í samgonguni) gevur samgonguni allari ein frammaná, men tó snildisliga serliga Fíggjarmálaráðnum, Uttanríkisráðnum, Mentamálaraðnum og Fiskimálaráðnum. Hesi ráð verða umsitin av hinum flokkunum í samgonguni og ikki Sambandsflokkinum. Løgmaður hevur framvegis onga viðmerking!
5. Lisbeth Petersen, fyrrverandi formaður Sambandsfloksins gevur Jóannes Eidesgaard, landsstýrismanni skyldina fyri og krevur hann eftir einari frágreiðing, at Demokratia í Ólavsøkuuppskotinum er skorið niður í eina helvt, hóast Sambandsflokkurin umsitur javnstøðu í landsstýrinum!
Tann vakni eygleiðarin hugsar sjálvandi, at Sambandsflokkurin er illa fyri í landsstýrinum, um tað er so, at onnur gera arbeiðið fyri tey. Tann árvakni eygleiðarin hugsar eisini, at manningin hjá Sambandsflokkinum í landsstýrinum má vera sera veik, tá hon letur slíkt um seg ganga.
Men lyklapersónarnir aftan fyri Sambandsflokkin halda ivaleyst, at fólk gloypa agninum, at tað eru øll onnur enn tey, sum hava skyldina. Men her rokni eg við, at onkr mistekur seg stórliga.
Slík framferð ger so í hvussu er, at møguligar leys missil gerast uppaftur leysari og skjóta í allar ættir. Tá er stevið í samgonguni farið, og spurningurin er, um man yvirhøvur kann rokna við Sambandsflokkinum.