Ein fesk veljarakanning í Sosialinum í dag vísir, at Sambandsflokkurin fær søguliga stóra framgongd. Samstarvsflokkarnir Fólkaflokkurin og serliga Javnaðarflokkurin standa fyri søguliga stórum tapi. Tað er Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning, sum hevur gjørt veljarakanningina, sum er at lesa í Sosialinum, sum kemur á gøtuna seinnapartin.
Kanningin gevur Sambandsflokkinum søguliga stóra undirtøku. So stórur hevur Sambandsflokkurin ikki verið síðani heimastýrislógin kom í gildi í 1948.
Hóast hesa stóru framgongd, so er býtið millum samgongu og andstøðu tað sama, tí at hinir flokkarnir í samgonguni, Fólkaflokkurin og serliga Javnaðarflokkurin ganga aftur.
Framgongdin hjá Sambandsflokkinum er 10,1 prosent samanborið við seinasta val. Flokkurin fær í veljarakanningini 31,1 prosent.
Fólkaflokkurin fær 16,4 prosent samanborið við 20,1 prosent á løgtingsvalinum í 2008.
Javnaðarflokkurin er tann flokkurin,sum leggur rygg til størsta tapið. Hann fær einans 13 prosent, móti 19,3, sum hann fekk á seinasta vali.