Í dag fer Sambandsflokkurin í Havn at leggja fram valskránna til býráðsvalið, sum verður um tvær vikur.
Higartil hava Tjóðveldi, Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin lagt sínar valskráir til kommunuvalið í høvuðsstaðnum fram.
Fimm flokkar stilla upp í Tórshavnar kommunu: Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn. Sjálvstýrisflokkurin stillar ikki upp, og tað er fyrstu ferð í søgu floksins og síðani fyrsta kommunuvalið í 1909, at Sjálvstýrisflokkurin ikki stillar upp.
Tíðindafundurin hjá Sambandsflokkinum verður klokkan 10, og hann verður stroymarður á Facebook-vegginum hjá Sambandsflokkinum og á heimasíðuni: www.samband.fo