Sambandsflokkurin landsfund um vikuskiftið

Sambandsflokkurin hevur landsfund í Havn um vikuskiftið. Roknað verður við einum friðarligum fundi

Fundur

Fríggjadagin og leygardagin fara sambandsfólk av húsum og til Havnar á landsfund hjá Sambandsflokkinum. Flokkurin hevur tílíkan landsfund einaferð um árið, og vanliga plagar hesin at vera hildin um várið, men orsakað av løgtingsvalinum, verður fundurin í ár nú komandi vikuskiftið.
Fundurin verður hildin í Læraraskúlanum í Havn. Á skránni fríggjakvøldið er alt tað formella so at siga. Vanliga er val av formanni og næstformanni, men í ár stendur einki val á skránni. Tískil halda bæði Lisbeth L. Petersen og Alfred Olsen fram í starvinum sum ávíkavíst formaður og næstformaður í Sambandsflokkinum. Tey vórðu bæði vald á landsfundinum í fjør.
Leygardagin er politiskt orðaskifti á skránni. Ætlanin er, at onnur enn bert løgtingsemenninir hjá flokkinum skulu sleppa til orðanna. Tað er einki yvir at dylja, at orðaskiftið mest fer at snúgva seg um komandi løgtingsvalið.
Sum siður eisini er, fær Sambandsflokkurin á landsfundinum vitjan úr systirflokkinum í Danmark, Venstre. Áður hevur Anders Fogh Rasmussen og aðrir framstandi persónar í flokkinum verið við til landsfundirnar. Hesaferð verður tað Christian Mejdahl, formaður fyri tingbólkin hjá Venstre, sum fer at geva eitt íkast til tað politiska kjakið. Christian Mejdahl hevur tilknýti til Føroya á tann hátt, at pápi hansara hevur starvast í Føroyum sum prestur. Christian Mejdahl hevur ikki fingið frítt sjálvur at velja evnið, ið hann vil tosa um.
Leygarkvøldið verður veitsla fyri fundarluttakurunum.