Seinastu ferð tað var fólkatingsval í Føroyum var 31. oktober í 2022. Góðar fimm vikur seinni var løgtingsval, 8. desember í 2022.
Bera vit saman atkvøðutølini, sum flokkarnir fingu á ávikavist fólkatingsvali og løgtingsvali, so er stórur munur á – hóast bara góðar fimm vikur millum valini.
- Fólkaflokkurin fekk 6.477 atkvøður á løgtingsvalinum. Á fólkaringsvalinum fekk hann 4.210. Tað er ein munur á 2.267 atkvøður, sum svarar til -35 prosent.
- Sambandsflokkurin fekk 6.832 atkvøður á løgtingsvalinum. Á fólkatingsvalinum fekk hann 8.205. Tað er ein munur upp á 1373 atkvøður, sum svarar til +20,1 prosent.
- Javnaðarflokkurin fekk 9.089 atkvøður á løgtingsvalinum. Á fólkatingsvalinum fekk hann 7.672. Tað er ein munur upp á 1.417 atkvøður, sum svarar til -15,6 prosent.
- Tjóðveldi fekk á 6.056 atkøvður á løgtingsvalinum. Á fólkatingsvalinum fekk Tjóðveldi 4.933 atkøvður. Tað er ein munur upp á 1.123 atkvøður, sum svarar til -18,5 prosent.
- Framsókn fekk 2.570 atkvøður á løgtingsvalinum. Á fólkatingsvalinum fekk flokkurin 936 atkvøður. Tað er ein munur upp á 1.634 atkvøður, sum svarar til -63,6 prosent
- Miðflokkurin fekk 2.244 atkøvður á løgtingsvalinum. Á fólkatingsvalinum fekk flokkurin 1.217 atkvøður. Tað er ein munur á 1.027 atkvøður, sum svarar til - 45,8 prosent.
Sjálvandi verður fólkatingsvalið spennandi hesaferð, og sum altíð er ilt at spáa um, hvørjir av teimum fýra stóru flokkunum draga tey tvey longstu stráini. Um tað eydnast Sambandsflokkin at fáa fleiri atkvøður, enn á løgtingsvalinum, so skuldi annað umboðið verið rímuliga vist. Men fólkatingsvalið verður hesaferð hildið í skugganum av løgtingsvalinum, so tí verður ilt at spáa – og tað ber í øllum førum ikki til frammanundan at staðfesta, at úrslitið á løgtingsvalinum verður tað sama sum á fólkatingsvalinum.
Tí verður spenningurin í hásæti millum valini bæði tann 24. mars og 26. mars.
Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur vunnið sesessin á øllum valinum síðani 2011. Hini valini síðani vóru í 2015, 2019 og í 2022. Øll sama ár, sum løgtingsval hava verið í Føroyum. Hetta er fimtu ferð, hann stillar upp til fólkatingsval.
Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin, stillaði fyrstu ferð upp á seinasta fólkatingsvali. Undan henni sat abbi hennara, Edmund Joensen í sessinum. Hann varð valdur fyrstu ferð í 1994. Síðani í 2007, 2011 og í 2019.










