Landsfundur
Sambandsflokkurin hevur hildið landsfund í Læraraskúlanum um vikuskiftið. Uppmøtingin var so nøkulunda hesar báðar dagarnar. Orakað av, at val verður í næstum, varð landsfundurin framskundaður til at vera um vikuskiftið, har hann vanliga plagar at vera seinna út á várið
Alt við tað gamla
Formansval og næstformansval er á skránni á hvørjum landsfundi hjá Sambandsflokkinum, men hesaferð vóru eingi onnur valevni enn tey bæði, Lisbeth og Alfred.
Tað var sostatt ein einmælt samdur flokkur, sum valdi Lisbeth og Alfred aftur í álitissessirnar.
Lisbeth vann á landsfundinum seinast á Edmundi Joensen, og Alfred Olsen kom eisini í næstformanssessin á sama fundi í fjør.
Lisbeth L. Petersen er, umframt at vera formaður, eisini fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin, og tískil hevur ein stór arbeiðsbyrða eisini ligið á herðunum á Alfred.
Tað verður komandi løgtingsval, ið verður mest átrokandi uppgávan hjá Alfred og Lisbeth.Fríggjakvøldið varð tað meira formella avgreitt. Formansval og næstformansval er á skránni hvørt ár, men hesaferð vóru ikki onnur valevni enn tey, ið longu mannað báðar sessirnar. Sambandsflokkurin hevur eisini gjørt nakrar broytingar í stevnuskránni, og hesar vórðu lagdar fram. Størsta broyting var, at føroyska tjóðin nú verður nevnd í stevnuskránni, og hetta fekk eisini nakrar viðmerkingar frá fundarluttakarunum.
Leygardagur
Tað mesta av leygardagin fór til politiskt orðaskifti. Lisbeth L. Petersen tosaði í sínari formansfrágreiðing mest um fullveldisætlanini, og hon staðfesti støðuna hjá Sambandsflokkinum á hesum økinum. Hon legði eisini fram valuppleggið hjá Sambandsflokkinum, sum er meinlíkt tí, ið varð nýtti til fólkatingsvalið, har ríkisfelagsskapurin verður raðfestur ovast.
Øll lokalfeløgini fingu møguleikan at koma til orðanna. Tað var eitt sindur ymiskt, hvat lokafeløgini høvud upp á hjarta, men spurningurin um almennar stovnar í miðjaðaranum og í útjaðaranum kom fleiri ferðir upp at venda.
Lokalfeløgini í Norðoyggjum og Suðurstreymi hjá Sambandsflokkinum søgdu seg vera ógvuliga væl nøgd við sínar valevnalistar. Hesaferð hevði mann eisini valt at umskipa uppstillingina eitt sindur, soleiðis at bert tey, ið ?tíma? komu upp á listan.
Spurningurin um framtíðini hjá Flogvøllinum í Vágum varð eisini reistur av sambandsmonnum í Vágum, og hetta skapti eitt sindur av kjaki,
Annars komu tað ymisk sjónarmið fram frá fundarluttakarunum. Ynski um at koma í samgongu var á hvørjum munni, og fólk høvdu eisini hug til at manna landsstýrið. Eisini elvdi innleggið frá Christian Mejdahl, formanni í tingbólkinum hjá Venstre, til eitt sindur av
kjaki.
Í tíðindaskriv, ið varð sent út til fjølmiðlarnar eftir fundin, fegnaðist Sambandsflokkurin um at góða ?sambandið? millum Venstre og Sambandsflokkin varð varðveitt. Tað varð eisini víst á, at niðurskurðurin á blokkin hevði havt minni góðar fylgjur fyri Føroyar.
Eitt sindur av práti var um samgong á landsfundinum. Nógv valdømi høvdu longu kannað sær ein landsstýrismann. Tað varð næstan einki tosað um, hvønn tað var ynskiligt at koma í samgongu við, men samanseting millum Tjóðveldis- og Sambandsflokkin tykist ikki serliga sannlík.
Sambandsflokkurin sigur seg vera brynjaðan til løgtingsvalið.