Sambandsflokkurin fær tveir tinglimir afturat

Hevði løgtingsval verið nú, hevði Sambandsflokkurin fingið tveir tinglimir afturat og hevði sostatt burturav verðið størsti flokkur á tingi við níggju tinglimum.?

Tað verður staðfest í eini nýggj­ari veljarakanning, sum Gall­up hevur gjørt fyri Dimm­­alætting.?
Blaðið skrivar, aftur í­móti sein­asta løg­tings­vali, er Sam­bands­flokk­urin tann einasti, sum hevur framgongd.?
Framgongdin hjá Sam­bands­flokk­i­num er 4,7%. ?Teir báðir ting­limi­r­nir, sum flokk­ur­in fær afturat, høvdu kom­ið frá Fólk­aflokkinum og frá Mi­ð­f­lokk­inum, sum høvdu mist hvør sín tinglim.?
Fólka­flokkurin hevði havt eina afturgongd upp á 3%, og Tjóð­veldi hevði havt eina aft­ur­gongd upp á 0,6%. ?Javn­að­ar­flokk­ur­in hevur havt vána­lig­ar kanningar, men hann hev­ur ræt­tað skútuna aftur, og nú ligg­ur hann 0,9% lægri enn hann gjørdi á seinasta vali. ?
Poul Michelsen er farin úr Fólk­a­flokkinum, og tað á­virk­ar uttan iva úrslitið hjá flokk­i­num.?
Poul Michelsen hevur síð­ani stovn­að sín egna flokk, men velj­ar­a­kann­ingin vísir, at hann hevði ikki verð­ið vald­ur á ting, var val nú.
?Annars høvdu allir hinir flokk­ar­nir fing­ið líka nógv­ar ting­lim­ir, sum teir hava nú.