Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin samráðast nú aftur

Eftir at Bárður á Steig Nielsen, samráðingarleiðari, kom út frá Pálli á Reynatúgvu, løgtingsformanni, segði hann, at hann fór at tosa við sín egna flokk. Síðstu løtuna hava teir tríggir flokkarnir Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin aftur fundast

Nú klokkan 11 skal Bárður á Steig Nielsen aftur tosa við Páll á Reynatúgvu. Eftir at hann hevur havt fund við partarnar, ið hava samráðst síðani 3. september, er spenanndi at vita, hvat hann fer at boða løgtingsformanninum frá.