Stendur tað til Sambandsflokkin gerast Føroyar politiskt sjálvstýrandi tjóð beinanvegin, og seinni eisini búskaparliga sjálvbjargnar. So stórar broytingar leggur Sambandsflokkurin upp til í nýskipanaruppskoti sínum, »nýggjum tíðum«, ið varð almannakunngjørt á Hotel Hafnia í gjár.
Ongin føroysk grundlóg
Men, at Føroyar skulu vera sjálvbjargin tjóð hevur kortini sínar heilt greiðu avmarkingar, tí í sama nýskipanaruppskoti verður greitt undirstrikað, at føroyingar ikki fáa føroyska grundlóg, eins og ríkisborgararætturin framhaldandi verður danskur. Støða Føroya til krónu og krúnu, mæla høvundarnir somuleiðis til, skal vera óbroytt.
Føroyingar framvegis á fólkatingi
Hóast Sambandsflokkurin leggur upp til, at Føroyar í donsku grundlógini skulu skilgreinast sum ein sjálvstýrandi tjóð, vil flokkurin varðveita bæði føroysku umboðini á danatingi. Harumframt vilja sambandsmenn, at uttanríkismál, verjumál og rættarskipan framvegis skulu vera á donskum hondum.
Føroyingurin løgfrøðiliga óbroyttur
Sambært Edmundi Joensen er talan um nýggjar tíðir í Sambandsflokkinum, tí sambandsmenn, í donsku grundlógini, vilja hava staðfest, at Føroyar eru sjálvstýrandi tjóð. Hóast hesa grundlógarfestu staðfesting, verður ikki talan um, at føroyingurin verður skilgreinaður øðrvísi, enn hann hevur verið; sum ein persónur við donskum statsborgaraskapi, ið býr í Føroyum.
Ríkisráðið raðfestast
Sambært somu »nýggju tíðum« sambandsins, ætlar flokkurin at tryggja sær, at føroyingar framyvir fáa alt at vita frá danska fíggjareftirlitinum; serliga til tess at sleppa undan nýggjari bankagølu. Somuleiðis ætlar flokkurin, at ríkisráðið skal raðfestast longur frammi.
Ongi kravboð
Sambandsflokkurin hevur arbeitt í eitt ár við hesum uppskoti, sum er evnað til í dyggum samstarvi millum allar felagsskapir floksins, eins og landsfundurin hevur góðtikið tað.
Nýskipanaruppskotið er ætlað sum ein annar politskur møguleiki enn fullveldisuppskot landsstýrisins. Leiðslan í Sambandsflokkinum leggur dent á, at talan ikki er um eini kravboð, men heldur eitt uppkot, ið kanska í pørtum verður nýtt í einari politiskari millumloysn.
Tað 24 síður langa uppskotið verður sent í hvørt hús í Føroyum í vikuni.