Tað hevur elvt til øsing í Vágum og Norðoyggjum, at Henrik Old, landsstýrismaðurin í Samferðslumálum, hevur boðað frá, at landsstýrið hevur ongar ætlanir um at strika bummgjaldið í Vágatunlinum, tá tunnilin verður útgoldin og handaður landinum.
Fleiri politikarar, borgarar og onnur hava longu víst á síni misnøgd, og nú fylkjast sambandsfeløgini í Vágum og Norðoyggju í stríðnum móti ætlanunum hjá landsstýrinum.
Feløgini skipa nevniliga fyri mótmælisfundi hóskvøldið í Klaksvík og í Vágum í næstu viku, har fráboðanin frá landsstýrismanninum verður til viðgerðar.
- Tað er beinleiðis óseriøst og meiningsleyst, at tey sum eru bundin at brúka júst Vága- og Norðoyatunnilin, skullu verða bundin til at fíggja hendan so týðandi part av vegakervinum einsamøll, skriva feløgini í felags fráboðan, og leggja afturat.
- Tað er fullkomiliga burtur við, at landsstýrið leggja upp til, at víkja frá upprunaligu ætlanini, sum var at bummgjaldið skuldi fíggja lántøkurnar, sum framdar vóru, tá Vága- og Norðoyatunnilin vóru bygdur.