Sambandið tosar um kristiliga mentanarstøðið

Í fleiri ár hevur verið siður hjá Sambandsflokkinum at hava ein sonevndan Heystarfund.

Soleiðis verður eisini í ár, tí leygardagin 10. november verður hesin fundurin hildin á Hotel Hafnia.

Evnið fyri fundin er Kristiliga Mentanarstøðið. Hetta verður gjørt út frá stevnuskránni, har sagt verður, at Sambandsflokkurin vil reka ein framtaksfúsan politikk á kristiligum mentanarstøði.

Hvat hetta merkir, verður nærri greitt á fundinum sum byrjar kl. 10.