Næstan triði hvør føroyingur hevði valt Sambandsflokkin, um val var í dag. Fólkaflokkurin fer 0,9 prosentstig fram, og Tjóðveldið fer 0,6 prosentstig fram. Tað vísir ein nýggj Gallup kanning, sum Dimmalætting hevur fingið gjørt.
Stóru tapararnir eru Javnaðarflokkurin, sum fer 2,4 prosentstig niður á 16,9 prosent, Sjálvstýrisflokkurin, sum fer 4,7 prosentstig aftur á 2,5 prosent, og Miðflokkurin, sum fer við 3,1 prosentstigum niður á 5,3 prosent av atkvøðunum.
Hinvegin er tað Sambandsflokkurin, sum fær næstan allar hesar atkvøðurnar frá Sjálvstýrinum, Miðflokkinum og Javnaðarflokkinum. Sambandsflokkurin fer úr 21 prosentum, sum flokkurin fekk á valinum 19. januar 2008 upp á heili 30,5 prosent av atkvøðunum ? ein framgongd upp á 9,5 prosent.
Hetta merkir so eisini, at Sambandsflokkurin hevði fingið 11 tinglimir, ella fýra afturat teimum sjey, teir hava í dag.
Eingin broyting hevði verið hjá Fólkaflokkinum, og heldur ikki hjá Javnaðarflokkinum, sum høvdu varveitt sínar 7 og 6 tinglimir.
Hevði val verið í dag, hevði Sjálvstýrisflokkurin verið úti úr tinginum, og Miðflokkurin hevði sitið eftir við einum tinglimi, meðan Tjóðveldi hevði varðveitt sínar átta.
Samgongan fær í veljarakanningini tilsamans 68,4 prosent av atkvøðunum og hevði havt tilsamans 24 av 33 tinglimum.