Samba hitaði upp til steypafinaluna

Allir HB spælararnir eru eftir trivaligan sigur við Margáir tøkir at spæla finalu um løgmanssteypið

Hjá HB ráddi tað um at vinna við Margáir í dag. Tað ráddi eisini um at sleppa undan reyðum kortum og skaðum. HB vann 4-1, og miðskeiðis í seinna hálvleiki vóru fleiri av teimum, sum eru ætlaðir at eiga lyklaleiklut í steypafinaluni ímóti B36 um eina viku, skiftir út. Her verður hugsað um Bartal Wardum, Ejvind R. Mouritsen, Noah Mnenéy, Jákup L. Thomsen og Áka D. Samuelsen.

 

Mohamed Samba var sera væl upplagdur. Tá ið eitt korter var farið, legði hann HB á odda, og tíggju minuttir seinni økti hann um munin til 2-0. Uppleggið átti vongverjin í høgru Mathias Voss.

 

Tá ið stórur hávur tími var farin, minkaði Filip Djordjevic um munin til 2-1 við brotssparki, men bara fýra minuttir seinni svaraði HB aftur, tá ið Jákup L. Thomsen økti til 3-1 eftir upplegg frá miðvallaranum Noah Mnenéy.

 

Miðskeiðis í seinna hálvleiki staðfesti Mikkel Dahl 4-1 HB sigurin. Hann varð skiftur inn beinanvegin eftir steðgin, tá ið hann avloysti Jákup L. Thomsen.

 

Í EB/Streymur eru teir væl nøgdir við endan á kappingarárinum. EB/Streymur var leingi í tungum sjógvi. Endastøðan er 28 stig og sjeynda pláss. Tað eru átta stig aftur til Skála, sum endaði á níggjunda plássi.

 

Tað er ikki avgjørt, um SigfríðurS. Clementsen fer at halda fram í venjarasessinum.

 

HB fekk eftir dystarlok bronsukrónurnar. Tað er lakari endastøðu, enn teir í HB høvdu ætlað. Um talan verður um kiksað kappingarár ella ikki valdast um, hvussu tað fer at ganga í steypafinaluni ímóti B36 um eina viku.

 

EB/Streymur – HB 1-4 (1-2)

 

0-1: Mohamed Samba

 

0-2: Mohamed Samba

 

1-2: Filip Djordjevic br

 

1-3: Jákup L. Thomsen

 

1-4: Mikkel Dahl

 

EB/Streymur: Jóannes Eyðfinnson Davidsen – Mikkjal Hellisá, Andras Ó. Olsen, Jákup N. Vilhelmsen – Bergur J. Poulsen, Emil Weihe Joensen, Óli Eyðsteinsson Poulsen, Virgar Jónsson – Jóhann Hansson Joensen, Filip Djordjevic, Mattias Blårud

 

 HB: Teitur Matras Gestsson – Mathias Voss, Bartal Wardum, Ási P. Dam, Ári Mohr Jónsson – Noah Mnenéy, Ejvind R. Mouritsen, Sammy Skytte – Mohamed Samba, Jákup L. Thomsen, Áki D. Samuelsen