Samba fótbólturin heldur fram í B36

Betri deildin kvinnur: B36 boðar frá, at brasilsku Livyan Silva og Jiselle Souza halda fram

Mynd: (B36/Facebook) Frá vinstru: Livyan Silva, Elsa Anna K. Mohr og Jiselle Souza eftir 2-1 sigurin á HB, har Elsa Anna K. Mohr skoraði sigursmálið

B36 boðar frá, at brasilsku Livyan Silva og Jiselle Souza halda fram á  besta kvinnuliðnum komandi kappingarár. Tær eru partur av einari brasilskari innrás, sum byrjaði í 07 Vestur í fjør. Í dag eru brasilskir spælarar í 07 Vestur, NSÍ og B36.

 

Kvinnurnar hjá B36 hava havt eitt av sínum góðu kappingarárum seinnu árini, men tað rakk akkurát ikki til heiðursmerki í ár, tí tað er givið at tað verður í besta føri til eitt fjórða pláss, sum krevur ein sigur á TB/FSC/Royn, ið liggur niðast við ongum stigi.

 

B36 skrivar:

 

Samba de B36. Tær geva okkum fótbóltsspæl, gott lag og kærleika til B36. Tær eru langt heimanifrá, men heima í B36. Vit hava glett okkum at fortelja, at tær halda fram í B36.

 

Você ganhou um lugar em nossos corações imediatamente. Estamos felizes em tê-lo no clube. nós somos B36

 

1 2015416295349
2 NSÍ20124472195340
3 HB20111856263034
4 B362084847301728
5 Víkingur2083958342427
6 EBS/Skála208394031927
7 07 Vestur2073104445-124
8 TB/FCS/Royn2000203188-1850

Mynd: (B36/Facebook) Frá vinstru: Livyan Silva, Elsa Anna K. Mohr og Jiselle Souza eftir 2-1 sigurin á HB, har Elsa Anna K. Mohr skoraði sigursmálið