Halla Samuelsen, valevni hjá Javnaðarflokkinum
??????
Tað eru tvey sambýli í Tórshavnar Kommunu til tey, sum hava sálarliga sjúku, og nøktar hetta als ikki tørvin. Fleiri sambýli áttu at verið, so at tey, sum ynskja tað, kunnu hava møguleikan at flyta heimanífrá, ella út av psykiatrisku deildunum. Sum fyrr staðfest í fjølmiðlunum eru 2-4 fólk saman á hvørjari stovu á psykiatrisku deildunum. Tey hava eina song, eitt náttborð, eitt skáp í part, og eitt felags hondvask. Tað er alt. Og nógv hava »búð« soleiðis í fleiri ár. Hetta er als ikki eitt virðiligt privatlív. Fleiri, ið eru liðugt viðgjørd, kunnu ikki útskrivast, tí einki stað er at útskriva tey til. Fólk flest halda, at tað er ein sjálvfylgja at hava sítt egna kamar, íbúð ella hús, men so er ikki hjá teimum, sum hava sálarliga sjúku, tí tey hava einkis tað at fara til.
Javnaðarflokkurin er greiður yvir støðuna og vit ynskja at gera nakað við hetta, nevniliga at útvega hesum fólkum fleiri sambýli í kommununi.
Fái eg tín stuðul til býráðsvalið 9. nov., ert tú við til at gera umstøðurnar hjá teimum, sum hava sálarliga sjúku, betri. Og eg skal so gera mítt til, at hetta mál verður loyst skjótt og væl.