Almannamál
Sandavági:
Fólk við sinnisbreki fáa nú tilboð um bústað í Vágum. Serliga verður hugsað um fólk, sum hava tilknýti til oynna. Einni sethús í Sandavági eru keypt til endmálið. Almannamálaráðið hevur keypt húsini.
Endamálið við sambýlinum er at hjálpa fólki við ávísum tørvi at húsast fyri seg sjálvan. Talan er um fólk við sinnisbreki, sum búgva heima hjá familju ella á eitt nú psykiatrisku deild, hóast tey eru liðugt viðgjørd.
Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Sandavági, sigur, at hon fegnast um tiltakið. Hon sigur kortini, at hon ikki hevur fingið nakað nágreiniligt at vita frá Almannamálaráðnum um, hvør fer at búgva í húsinum. Tó væntar hon, uttan tó at kunna vísa á tað, at talan verður um fólk úr Vágum, sum í løtuni eru heimabúgvandi. Hon sigur, at tørvur er á slíkum staði í Vágum.
Eisini vísir hon á týdningin av at hava slík sambýli, tí brúk er eisini fyri teimum, sum hava sinnisbrek. Tey hava sínar uppgávur í samfelagnum, sum tey væl kunnu røkja. Tað síggja vit sjónliga aðrastðani, har slík sambýli eru, og brúkararnir samstundis hava møguleika at fara til arbeiðis á vardum verkstøðum.
?Tann møguleikin eigur eisini at vera í Vágum, sigur borgarstjórin í Sandavági og vísir á, at í Sørvági er dagtilhald til millum onnur júst teirra, sum fara at búgva í sambýlinum í Sandavági.
Rósa Samuelsen sigur, at tað hevur verið arbeitt skjótt við málinum. Hon sigur, at málið kom upp fyrstu ferð á fundi við landsstýrismannin við almannamálum í Sandavági tann 26. september í fjør, og nú eru húsini keypt.
Tað verður pláss fyri fimm fólkum í nýggja sambýlinum i Sandavági.
Tað bar ikki til at fáa nærri at vita um keypið frá landsstýrismanninum við almannamálum, Pálli á Reynatúgvu. Hvørki hvat húsini kosta, um tey skulu byggjast um, hvussu nógv starvsfók verða í húsinum, ella annað, vit ætlaðu at spyrja hann um.










