Leygardagin halda samarittarnir hjá Reyða Krossi 15 ára føðingardag.
- Samarittarnir vóru settir á stovn í Føroyum í sambandi við, at fótbóltsliðið byrjaði at leika sínar dystir í Føroyum. FIFA setti sum krav, at tað vóru útbúnir samarittar tilstaðar til fótbóltsdystirnar, og tá fór Reyði Krossur so undir, at útbúgva samarittar í Føroyum, greiðir Steinbjørn V. Olsen frá.
Steinbjørn V. Olsen sigur, at í Føroyum eru millum 35 og 40 útbúnir samarittar, harav eini 20 virka sum samarittar í dag.
- Virksemi er víðkað, so at í dag eru fótbóltsdystirnir minsti parturin av arbeiðinum. Festivalar og stevnur fylla alsamt størri part av virkseminum hjá samarittunum, sigur Steinbjørn V. Olsen við Rás 2.
Steinbjørn V. Olsen harmast um, at eitt, sum tey síggja meiri og meiri av, er at fólk stoyta rúsandi evni í gløsini hjá hvørjum øðrum, so at fólk óvitandi fáa slíkt í seg. Hetta tykist vinda alsamt meiri upp á seg.
Trýst á pílin undir myndini fyri at lurta eftir prátinum við Steinbjørn V. Olsen.
Haldið verður hildið í Stiðagøtu 6 í Havn (sama hús sum Safari Transport).
Frá kl. 11 til kl. 15 er almenningurin boðin at vitja.
Her verður møguleiki er at síggja útgerð, myndir og filmar av venjingum, ið samarittarnir hava verið við til.
Eisini sleppa børn at læra at leggja umbindingar og royna ymiska útgerð hjá samarittunum. Øll eru vælkomin.










