Fyri eini løtu síðani hendi fekk løgreglan boð um eitt ferðsluóhapp á á Ringvegnum í Marknagili.
Ein bilur, sum kom koyrandi og skuldi snara til høgru, kom ov langt. Tað fekk bilføraran at bremsa og at snara runt á vegnum.
Men tá varð hann árendur av einum lastbili, sum kom ímóti honum. Ongin stórvegis skaði hendi, men sløkkiliðið mátti á staðið at reinsa vegin aftur.









