Samansetta liðið úr Eysturoynni vann trygt á VB

Hondbóltur: GÍ/Tjaldrið vann leygardagin ein sannførandi sigur á vágskvinnum í høllini á Kambsdali

Tað vóru kvinnurnar úr Eysturoynni, sum fingu fyrsta málið í landskappingardystinum leygardagin, tá ið Beinta Joensen skoraði longu í fyrsta minutti. Samansetta liðið var á odda frá hesi løtu og heilt til seinasta bríksl.

Vágskvinnurnar fylgdu annars væl við í fyrra hálvleiki, og tá ið farið var til hálvleiks, var munurin einans tvinni mál. Eysturoyarliðið hevði fingið 13, meðan VB hevði fingið 11.


Rótutur seinni hálvleikur

Í seinna hálvleiki fóru VB-kvinnurnar undir at mansverja annan av bakkunum hjá GÍ/Tjaldrinum, Sonju Gleðisheygg. Hetta førdi við sær, at spælið gjørdist rættuliga rótut, men kvinnurnar úr GÍ/Tjaldrinum dugdu at gera sær dælt av hesum. VB-verjan bleiv rættuliga opin, og bóltarnir fuku um oyruni á Sólrun Jacobsen í málinum hjá VB.

Fyrra helming av seinna hálvleiki fekk heimaliðið átta mál, meðan VB bert fekk tvinni.

Tá ið seinni hálvleikur var hálvrunnin, fekk ein leikari hjá GÍ/Tjaldrinum beinleiðis reytt kort fyri at brúka seg. Hetta tóktist tó ikki at nerva heimaliðið, tí at tað, sum eftir var av dystinum, vunnu tær 6-2, og endaliga úrslitið gjørdist 27-16 til samansetta liðið úr Eysturoynni.


Hørð men góð døming

Dómararnir í dystinum, Hugo Lykke Larsen og Jákup Sverri Kass úr Neistanum, høvdu valt sær eina harða linju. Hart spæl og serliga kjaftaslit bleiv revsað beinan vegin.

Liðskiparin hjá GÍ/Tjaldrinum, Kristina Ellingsgaard, sigur við Sosialin, at tær eru ikki vanar við so harða døming, men at hon er neyðug. Kristina leggur aftrat, at tær vóru væl nøgdar við dømingina, hóast hon var nakað strang.