Avleiðingarnar av, at sjónvarpið og útvarpið við einum pennastroki vórðu løgd saman, vísa seg nú. Útvarpið, sum var ein væl konsolideraður stovnur við 13 milliónum krónum á bók, skríður nú í skræðuni saman við sjónvarpinum, og vandi er fyri fallitti og taparamentaliteti á báðum støðum. Farna árið eru eisini fimm útbúnir journalistar settir ella farnir til viks í kringvarpinum, og stundin má tí vera komin, at fakfelagið Føroysk Miðlafólk fer at átala ágangin á journalistiska fakið
Tað var tann tíð, tá ofta hoyrdist um fíggjarligar trupulleikar í sjónvarpinum. Einaferð boðaði ein sjónvarpsstjóri frá, at ólavsøkan skuldi sparast burtur, tí fíggjarorkan var ov lítil. Eina aðra ferð segði ein annar sjónvarpsstjóri, at um sjónvarpið gjørdi rætt, so sendi tað DR allan dagin burtursæð frá, tá føroyskar sendingar vóru at senda. Hetta vóru provokatiónir, ið hvørki imponeraðu politikararnar ella skaptu nakra vælvild mótvegis sjónvarpinum. Útvarpið hoyrdist ikki so nógv til. Við síni trivaligu bankabók passaði tað seg sjálvt og syrgdi fyri, at tað ikki gjørdist eitt alment býtisbarn og ein politiskur kontroversur. Heilar 15 milliónir krónur átti Útvarp Føroya á bók longu í 1990, og tá digitaliseringin var gjøgnumførd í 2004, stóðu 13 milliónir krónur á somu bók. Hendan heilt serliga støðan fyri ein almennan stovn fekk einaferð eitt skemtiligt høvd at siga, at útvarpið var sum Tórshavnar Skipasmiðja. Har tagdu tey um pengar, tí har var nóg mikið til.
Men so hendi nakað. Útvarpið, sum syrgdi væl og virðiliga fyri sær sjálvum við lurtaragjaldi, V4 og lýsingarinntøkum, fekk brádliga eina ómøguliga uppgávu í 2004. Eitt landsstýri kom til valdið, sum hevði eitt horn í síðuni á sjónvarpinum, tí nakrir sjónvarpsjournalistar í eini bók høvdu gingið einum fólkafloksløgmanni ov nær. Undir valstríðnum í januar 2004 setti fólkafloksmaður fram hóttan í eini útvarpssending um, at hendan bókin skuldi fáa avleiðingar fyri sjónvarpið eftir valið. Seks mánaðir seinni, í august 2004, boðaði nýggi landsstýrismaðurin hjá Fólkaflokkinum við mentamálum frá, at sjónvarpið skuldi leggjast saman við útvarpinum, tí hetta fór at verða tað besta fyri lurtarar og hyggjarar og haraftrat starvsfólkini.
Lensað bankabók
Tað, sum í veruleikanum hendi, var, at sjónvarpið varð tikið av sum stovnur. Óbeinleiðis varð stjórin uppsagdur, og útvarpið fekk til uppgávu at rudda upp eftir sjónvarpinum. Tásitandi útvarpsstjórin kom í eina trupla støðu. Noktaði hann at taka uppgávuna upp á seg, misti hann kanska sjálvur starvið, so hann valdi at royna. Men hann var eins og fleiri onnur skjótur at ávara um vandarnar. Hann visti fullvæl, at sjónvarp er so dýrt at gera, at tað etur pengar, og hann sá, at fíggjarliga býtisbarnið í Vørðsluni skjótt kundi fara at lensa bankabókina hjá útvarpinum. Bara trý ár gingu, so kastaði hann frá sær, og hygg so, hvussu støðan er vorðin. Nú standa sambært Kjakarínum fýra milliónir krónur eftir á bók hjá útvarpinum, og Kringvarp Føroya skal spara 5,9 milliónir krónur fyri at fáa raksturin í 2009 at hanga saman. Fallittbúgvið sjónvarpið útpínir nú útvarpið.
Og hvat uppliva vit í hesum sambandi? Vit hava upplivað eitt útvarp og eitt sjónvarp undir heitinum Kringvarp Føroya, sum hevur hótt politisku skipanina og alt Føroya fólk við at taka av Dag & Viku og 3-2 fyri at fáa roknistykkið at ganga upp. Tað, sum bara sperda sjónvarpið plagdi at brúka sum ódámligt vápn, er nú vorðið vápnið hjá útvarpinum eisini, og úrslitið er, at útvarpið og sjónvarpið nú í felag verða fatað sum grenjandi problembørn í hugaheiminum á Føroya fólki. Avrokningin frá politisku skipanini eftir klossutu hóttanina frá kringvarpsstjóranum var eisini kontant. Tað almenna letur ikki kringvarpinum eina krónu. Av sonnum ólukksáligt spell og illa avstaðfarið, at eisini útvarpið, ið jú passaði seg sjálvt og ongum lá til last, nú skal vera endað sum ein mestsum falleraður stovnur við taparamentaliteti.
At níggju milliónir krónur eru runnar úr kassanum hjá útvarpinum farnu fýra árini, má metast sum vanrøkt av einum stovni, ið annars var fíggjarliga í lagi. Hvør hevur ábyrgdina, kunnu politikarar, stýri og leiðsla hugleiða um, men lítið hugflog krevst fyri at síggja, at samanleggingin í 2004 hevur verið ein vanlukka fyri útvarpið. Ikki minni kontroversiell verður samanleggingin av, at tann felags leistur, sum verandi leiðsla ímóti politiska viljanum legði upp til, at Kringvarp Føroya skuldi stýrast eftir, ikki fær undirtøku í politisku skipanini, og at stovnurin tí framvegis skal rekast sum tveir stovnar á týðandi økjum. Fíggjarliga og bygnaðarliga er Kringvarp Føroya meira í andaleypi nú, enn tað var í 2004, og spyrt tú so, hvør innihaldsliga ætlanin er, verður støðan ikki frægari, tí har hoyrist onki annað enn, at kringvarpið skal dyrka føroyskt mál og samleika. Men tað eru 50 ára gomul tíðindi.
Avsagdir journalistar
Undrunarvert er tað, at sum fyrsta stig til nýggjan bygnað í Kringvarpinum fyrr í ár vórðu tríggir útbúnir journalistar við drúgvum royndum degraderaðir úr leiðarastørvum. Uppaftur tveir aðrir, harav annar var fyrrverandi stjórin, eru farnir í onnur størv. Tá nýggjur keisari kemur til valdið, vil hann umgyrða seg við sínum egnu, og soleiðis ger nýggjur stjóri eisini, sum risthentur og grátandi av ringari samvitsku setir makt fram um fak og virðing fyri lívsverkum. Men hvønn góðan eigur journalistiska fakið í kringvarpinum í dag? Tað má vera met í vantandi fakligum fokus, at útbúnir journalistar og roynd fólk systematiskt verða ruddað til viks, meðan stovnurin í uppsagnartíðum setir lýsingarfólk og HR-mennarar í starv. Her má fakfelagið Føroysk Miðlafólk, ið varðar av áhugamálunum hjá journalistiska fakinum, skjótt fara at floyta, tí fakið verður grovt undirminerað á Føroya fremsta loftmiðlastovni.
Kringvarpsstjórin skrivaði herfyri, at so leingi almennar skattakrónur verða brúktar til at seta tey næstbestu, tí almenna skipanin er so stirivin, verður trupult at fáa skattakrónur at sparka reyv. Akkurát so fullu orðini. Meinti hon, at kringvarpið hevur ikki ráð til at seta tey bestu starvsfólkini í starv, so var hetta ein hopleys útsøgn, tí hvussu skulu verandi starvsfólk nú annað enn kenna seg sum næstbest? Og hvussu hongur hetta saman við, at tær fakligu royndir, sum longu vóru í húsinum, skulu setast til viks? Havi hug at nevna taparamentalitetin aftur. Er tað fíggjarliga ikki umberingin, so er trupulleikin stirvin rekrutteringspolitikkur. Men jú meira tú knarrar sum almennur stjóri, jú færri glaðar gjaldarar fært tú, tí teimum, sum ábyrgdin er givin, vilja fólk hava loysnir frá og ikki grenj og hóttanir.
Útvarp fyri rest
Og so kunnu vit spyrja, hvat fyri útvarp og sjónvarp vit hava í væntu. Útvarpið varð sett á stovn til tess at vera Føroya fremsti upplýsingarmiðil og mentanarberi. Fólk offraðu sítt lív til tess at útinna hendan setning í verki og m.a. eisini skaffa stovninum nútímans hølisumstøður. Sjónvarpið varð stovnað til tess at bera føroyskt dygdartilfar fram í orðum og myndum. Árini eftir, at sjónvarpið kom í 1984, høvdu Føroyar eisini tað besta samlaða útboðið av føroyskum loftmiðlatilfari, sum Føroyar nakrantíð hava havt, tí útvarpið og sjónvarpið fóru at kappast. Tey kappaðust fyrst og fremst um innihald og dygd. Sjónvarpsfólkini vildu prógva, at tað bar til at gera gott føroyskt sjónvarp, og útvarpið oysti sendingar á skránna við alskyns innihaldi, sum skuldi vísa, at besti journalistikkurin var har.
So er ikki meira. Síðan loftmiðlamonopolið varð tikið av í 1998, eru sendingar við klassiskum journalistiskum og mentanarligum innihaldi fækkaðar nógv bæði í útvarpinum og sjónvarpinum. Sendingar við meira ella minni ófyrireikaðum snakki eru vorðnar bulurin í útvarpinum, tí útvarpið vil fylla minuttirnar og tekkjast lurtarunum á lættasta hátt. Í sjónvarpinum er ongin innihaldslig uppdrift yvirhøvur longur, men kortini hava nøkur fá hildið Degi & Viku, 3-2 og barnasendingunum á floti, og hetta saman við einstøkum dokumentarsendingum er at fegnast um.
Men hvørji eru útlitini? Á dokumentardeildini og programmdeildini hjá kringvarpinum eru í løtuni umleið 40 fólk, harav í mesta lagi trý hava journalistiska útbúgving. Helmingurin er fólk úr sjónvarpinum, og báðir deildarleiðararnir koma úr sjónvarpinum og hava ongantíð gjørt eina útvarpssending. Trupult er ikki at ímynda sær, hvørjum hjartað bankar fyri hjá hesum fólkum, og lætt er tí at rokna út, hvønn veg tað ber. Samanleggingin, ið hevði til endamáls at loysa æviga trupulleikan Sjónvarp Føroya, tykist ikki bara at útpína útvarpið fíggjarliga, men eisini innihaldsliga, ja, rætt og slætt sum upplýsingarmiðil og dyggan mentanarbera.
So kanst tú spyrja, hvat er vunnið við samanleggingini, og svarið er, at alt ov nógv er tapt. Eitt stórt pluss og eitt stórt minus endaðu sum eitt stórt minus.
Má at enda siga hesa lítlu søguna um, tá nakrar erpnar novisur í fótbóltsfelagnum Vejle, ið høvdu stungið fingurin í nalvan heldur enn í jørðina, fyrst í nítiárunum brádliga uppsøgdu venjaran Allan Simonsen, sjálva ímyndina um danskan fótbólt í ein mansaldur. Ein royndur viðmerkjari á einum av bløðunum frætti hetta, hugdi mistrúgvin upp um brillukantin og skrivaði turrisliga í blaðið: “Man fyrer ikke en legende!”