Danmark
Tað var ein bumba av miðal stødd, sum varð slept í donsku miðlunum í gjár, tá Ekstra-Blaðið avdúkaði, at fótbóltsfeløgini úr Farum og Lyngby at kalla eru komin á mál við eini ætlaðari samanlegging.
Seinastu vikurnar hevur málið verið frammi í donsku miðlunum, og fótbóltsglaði borgarstjórin í Farum, Peter Brixtofte, hevur millum annað sagt, at hann helt tað vera upplagt við eini samanlegging millum Farum, AB og Lyngby.
Bjarginarmaður
Fram til í gjár var tað tó eingin, sum roknaði við, at partarnir vóru komnir somikið langt ávegis, at ein samanlegging kann fremjast í nærmastu framtíð.
Tosað verður nú um, at nýggja felagið skal vera veruleiki, tá farið verður undir komandi kappingarár, og um so er, skal umsókn hesum viðvíkjandi sendast DBU í seinasta lagið á midnátt mikukvøldið.
Serstakliga hevur hetta vakt ans í fyrrverandi felagnum hjá Toda Jónsson, Lyngby, har hópur av viðhaldsfólkum hevur gjørt vart við misnøgd sína, men stjórin í felagnum, Jørn Terkelsen, tykist ikki at lata við seg koma.
Sami Terkelsen var annars bjargingarmaður hjá felagnum fyrr í ár, tá vandi annars var fyri, at felagið noyddist á húsagang. Har umframt verður roknað við, at umframt tann pening, sum Terkelsen tá keypti partabrøvini fyri, noyðist hann í egnan lumma eftir einum seks milliónum, til tess at tryggja framhaldandi fíggjarligt grundarlag undir felagnum.
Dystir í Farum
Gerst samanleggingin veruleiki, fer nýggja felagið uttan iva at halda til í Farum, har kommunan fyri stuttum hevur latið gjørt eitt spildurnýtt Stadion. Venjarin verður eftir øllum at døma »besti venjarin í Danmark« Christian Andersen, meðan væl lýddi Lyngby-venjarin, Poul Hansen, helst má finna sær annað starv.
Harumframt fer hetta at viðføra í øllum førum byrjanina til eina miðsavnan av fótbóltinum á Norðursælandi, og spurningurin er so, um samanleggingin ikki fer at gerast meira umfatandi.
Á heimasíðuni hjá Lyngby hevur Jørn Terkelsen roynt at svara firtnu viðhaldsfólkunum hjá Lyngby, men hann hevur á ongan hátt roynt at avvísa hetta sum nakað veruleikafjart, og tí verður roknað við, at neyðuga umsókin fer at verða send DBU, áðrenn mikudagurin er farin, og verður talan soleiðis um triðju samanleggingina í donskum toppfótbólti. Hinar báðar eru FC København (B 1903 og KB) og FC Midtjylland (Herning og Ikast).










