(Sjónbandabrot) Her ber til at síggja ein samandrátt frá Champions League dystinum millum Lusitans úr Andorra og EB/Streym.
EB/Streymur var eitt skiftið aftanfyri 2-0, og fekk Gert Hansen útvístan. Umframt tað, so kundi Lusitand økt til 3-0 upp á brotsspark, men brendi.
Síðani vendi dysturin. Fyrst minkaði Arnbjørn Hansen um munin eftir hornaspark, áðrenn sami Arnbjørn Hansen seinni bleiv feldur í brotsteiginum. Levi Hanssen umsetti brotssparkið til mál.
Samandrátturin frá dystinum sæst undir greinini.









