Samanbindur og styttir um farleiðina

Ein av teimum mongu, ið gleðist um, at farleiðin millum Eysturoy og Havnina styttist munandi við nýggja undirsjóvartunlinum er Rúni Rasmussen, sum býr á Strondum, men arbeiðir í Havn.


– Hetta er ein stórur dagur. Eg havi nú koyrt ímillum í umleið 10 ár. Eg havi koyrt nógv við bussi. Nú styttist farleiðin munandi, og frá at nýta góðar tveir tímar til ferðing, fer tað kanska bara at taka umleið 40 minuttir tilsamans at ferðast hvønn dag. Tað lætir munandi um, sigur Rúni Rasmussen.

Hann væntar eisini, at nýggja farleiðin fer at vera samfelagsgagnlig.

– Miðøkið verður knýtt tættari saman. Tað fer at merkja nógv fyri Skálafjørðin og Norðurøkið, men eisini nógv fyri Tórshavnar kommunu, sigur Rúni Rasmussen.

Les eisini: Skotið ígjøgnum á Rókini

Les eisini: Steinur frá seinasta skotinum

Les eisini: Løgin kensla og stórt upplivilsi

Sí myndir frá hátíðarhaldinum her.

##ms##