So hevur Hillary Clinton kunngjørt, at hon ætlar sær at stilla upp til forsetavalið næsta ár, men tað er ikki vist, at hon kann vinna.
Sum fyrrverandi forsetafrúa og sum væl lýddur senatorur er Hillary Rodham Clinton eitt væl kent andlit í USA. Hon hevur fingið nógv rós fyri sítt arbeiði í Senatinum, men tey nógvu árini á politiska pallinum hava eisini útvegað henni mótstøðumenn. Eitt nú hava mong ilt við at gloyma, at hon atkvøddi fyri innrásini í Irak, og so hava fólk heldur ikki gloymt tann serliga leiklut, sum hon fekk sum forsetafrúa.
Millum teir demokratisku veljararnar er kortini eingin ivi um, at Hillary er tað besta forsetavalevnið hjá flokkinum. Í einari meiningakanning hjá Washington Post siga 41 prosent av demokratunum, at tey styðja Hillary. 17 prosent siga eg styðja Barrack Obama.
Men í somu kanning siga 44 prosent av teimum spurdu, at tey eru ikki heilt nøgd við Hillary Clinton, og tað er eitt stórt tal, siga politiskir eygleiðarar. Eitt nú halda fleiri demokratiskir veljarar, at hon er ov frælslynt, og tað kann geva henni trupulleikar í summum statum. Tí fer hon ætlandi at brúka tað næsta árið til at sissa tey misnøgdu.
Tann stóri spurningurin er, um USA er búgvið til at fáa eina kvinnu í forsetaembætið, og um tað er rætt at velja eina kvinnu til forseta, meðan landið er í kríggi. Meiningakanningar vísa, at amerikanararnir hava álit á einari kvinnu sum forseta, og at tær flestu kvinnurnar eru sinnaðar at velja eina kvinnu í Hvítu húsini.
Í løtuni sær tað út til, at Barrack Obama er tann einasti, sum fer at geva Hillary Clinton mótstøðu, tá demokratarnir skulu velja forsetavalevnið. Hann er svartur, og tí skal flokkurin selja ímillum at fáa eina kvinnu ella ein svartan mann í forsetaembætið, og hvørki er roynt fyrr.
Politiskir eygleiðarar siga, at velja tey at stilla upp saman, annað sum forsetaevni og hin sum varaforsetaevni, kann tað gerast trupult hjá øðrum at basa teimum.