Sama útboð sum aðrir

Hjá okkum sleppa fólk undan at kenna seg sum totalkunda, sigur Per Jacobsen, marknaðarleiðari í Suðuroyar Sparikassa

? Suðuroyar Sparikassi hevur sama útboð sum aðrir peningastovnar.
Hetta sigur Per Jacobsen, marknaðarleiðari í Suðuroyar Sparikassa. Hann sigur, at sparikassin leggur dent á persónligu samrøðuna við kundan.
Í 1998 lat Suðuroyar Sparikassi upp deild í Havn, og hevur deildin verið sera væl móttikin, sigur Per Jacobsen, sum heldur, at fleiri kundar fegnir vilja hava við ein lítlan peningastovn at gera ? ein stovn, har viðskiftafólkini sleppa undan at kenna seg sum »totalkunda« hjá peningastovninum.
Suðuroyar Sparikassin varð stovnaður hin 1. oktober í 1943 og kann tí í ár runda 60 ára stovningardagin.
Stjóri í Suðuroyar Sparikassa er Mikkjal Sørensen, deildarileiðari í Havn er Jóannes S. Hansen.
Í sparikassanum starvast 20 fólk, har av seks teirra eru á deildini í Havn, eitt á deildini í Porkeri og 13 í høvuðsdeildini í Vági, har eisini stórin hevur sítt sæti.