Klaksvík: Aðru ferð í summar kom ferðamannaskipið Saga Ruby á Norðhavnina í farnu viku. Við vóru 530 ferðafólk, sum hava verið á vitjan kring Ísland.
Skipað varð fyri útferðum í Norðoyggjum, eins og tað er regluligt bussamband til og frá Klaksvík til skipið.
Veðrið var gott hendan dagin, og hópin av ferðafólki var at síggja ymsastaðni í býnum. Saga Ruby fór avstað aftur seinnapartin henda dagin.
Hetta er kortini ikki einasta ferðamannaskipið sum hevur vitjað í Klaksvík í summar. Higartil í hava eisini onnur ferðamannaskip vitjað her.