Sam varð aftastur

Á føðingardegnum sunnudagin royndi Sam Vang seg fyri fyrstu ferð á 3.000 metra forðarenning, og tó at hann kom aftastur á mál, so var tað kanska ikki hetta, sum Sam sjálvur legði mest í. Hetta var nevnliga fyrsta ferðin, at Sam royndi seg í greinini, og so var tað ein avbjóðing bara at fylgja so nøkunlunda við feltinum.
Seinni á leikunum skal Sam ætlandi eisini royna seg á 5.000 metra teininum.