Saltsiloin fær yvirskotið

Jóansøkufestivalurin 2009 gav yvirskot, og tá endaliga er talt upp, fær saltsilo ætlanin á Drelnesi avlopið Enn hava fyrireikararnir ikki talt endaliga upp, so endaligur roknskapur er ikki klárur, men teir siga, at greitt er, at talan er um yvirskot, sum fer til ætlanina at gera saltsiloina á Drelnesi til Mentanarhús. Jóansøkufestivalurin í ár var stuðulstiltak til frama fyri mentanarhús í saltsiloini.

Fyrireikararnir siga, at tá alt er talt við, so vitjaðu fleiri enn 1000 fólk festivalin, og teir fegnast stórliga um góðu undirtøkuna, góða veðrið, og at festivaltiltakið sum heild eydnaðist sera væl.

Um nakrar dagar er væntandi greitt, hvussu stóra upphædd føroyskir tónleikarar á jóansøku savnaðu til saltsiloina á Drelnesi.

Sí eisini myndtema á portal.fo av øllum luttaknandi bólkunum ? myndtaemaðið er nú uppdaterað.