Hósdagin fara tónleikarar at handa Saltsilo verkætlanini í Suðuroy stóra peningagávu. Handinin verður í Miðlahúsinum klokkan 16.
Tiltakið, sum er ókeypis, varar í ein tíma og verður sent beinleiðis á Rás2. Fyrireikararnir siga, at øll eru hjartaliga vælkomin í Miðlahúsið til tiltaki.
Skráin sær soleiðis út:
1. Kristian Holbæk bjóðar væl komin
2. Eyðun Nólsøe syngur eitt lag
3. Siloin er á grønu bylgjuni og dúvar uppá sjóorku. Árni Jakobsen, ráðgevandi verkfrøðingur, hugleiðir um hesa slóðbrótandi orkukeldu
4. Tróndur Enni og Lív Næs framføra eitt lag
5. Sunnleif Rasmussen hugleiðir um akustiskar avbjóðingar hjá einum nútímans tónleikahúsi
6. Jens Marni Hansen syngur eitt lag
7. Gávuhandan og takkartala. Kim Hansen og Ólavur Rasmussen
8. Havnar Hornorkestur spælir ein góðan march