Sunneva Mohr, forkvinna, Sosialistisk Ung
-----
Seinastu árini hava umboð fyri Sosialistisk Ung (SU) verið við til pallborðsfundir kring landið, og ein afturvendandi spurningur, frá teimum ungu til pallborðið, er: Hví játta so nógvan pening til ein gamlan bygning á Drelnesi, tá vit hava so nógvar aðrar avbjóðingar, ið eru meira átrokandi? Millum annað verða nevndar vánaligar umstøður á miðnámsskúlum, ung og fráflyting, ungdómsarbeiðsloysi, vantandi útbúgvingartilboð og bústaðarmøguleikar.
Saltsiloin sum karmur um Listaskúla Føroya, hevði eggjað fólki við listarligum gávum at verði verandi í Føroyum, og harvið minkað um fráflytingina. Tað hevði eggjað fólki aðrastaðni frá at komið til Føroya, verið arbeiðsskapandi og útjaðaramennandi.
Vit eiga at geva okkara dugnaligu listafólkunum í Føroyum møguleika at menna teirra listarligu evni í Føroyum. Neyvan finst land, ið er meira hugkveikjandi enn okkara vøkru oyggjar mitt í Atlanshavinum.
Til fólka– og løgtingsvalið varð nógv tosað um, at vit skulu fáa fleiri útbúgvingar til Føroya, og harvið fáa fleiri ung at lesa og støðast í Føroyum. Samgonguflokkarnir bóru fram, hvussu týdningarmikið tað er at raðfesta útbúgving. Eisini hetta vóru bert einkisigandi orð, samgongan varð skipað, játtanarkarmarnir lagdir fram, og eftir vóru bert sparingar at hóma – ongar visjónir innan útbúgving, og ongar ætlanir fyri, hvussu vit minka um fráflytingina.
Ein serføðingur fyri og annar eftir hava ført fram, at skulu vit minka um fráflytingina av ungum, er neyðugt við fleiri útbúgvingum. Sjálvandi eiga vit tað, tað sigur seg sjálvt, vit hava ikki ráð til at lata vera! Útbúgving er lykilin til eitt samfelag í menning og við búskaparligari framgongd. Vit eiga at raðfesta útbúgving og tora at síggja møguleikar heldur enn sparingar og avmarkingar.
Millum sosialistiskan føroyskan ungdóm birtist hugskotið um Saltsiloina sum karm um ein listaháskúla Føroya. Eitt úrslit av ungdómi, ið spældi sær við møguleikar heldur enn avmarkingar. Ungdómi, ið sær álvaran í fráflytingini og týdningin av útbúgving.
Eitt lýsingarátak við vøkru Suðuroynni, nýumvældu søguríku Saltsiloini og eini spennandi og avbjóðandi tímatalvu, hevði uttan iva selt bæði í Føroyum og úti í heimi.










