Salto - tryggast á marknaðinum

Bygningssnikkaravirkið BSV umboðar Salto lásakipanir, sum er nakað av tí mest framkomna og tryggasta sum finst á marknaðinum.

Nógvar av nýggjastu elektronisku lásaskipanunum á marknaðinum eru sera framkomnar og intelligentar.


Ein av hesum skipanum er Salto, sum er nakað av tí mest framkomna og tryggasta sum finst á marknaðinum. Salto lásaskipanir verða brúktar um allan heim í t.d. almennum bygningum, floghavnum, sjúkrahúsum, bankum, universitetum og hotellum. Lásini eru elektronisk og battarídrivin við trygdini á sera høgum støði.


Talan er um vanligar on-line skipanir og tráðleysar on-line skipanir, sum hava samband við telduskipanina, eins og off-line styriskipanir sum eru teldustýrdar, men hava ikki samband við telduna alla tíðina.


Nakrar av Salto nýggjheitunum eru t.d. ein elektroniskur sylindari, Salto Wireless, Salto XS4 Locker og Salto Aelement. Umframt framkomnu elektronisku tøknina er designið sera flott á øllum Salto produktunum.


Salto lásaskipanin kann eisini nýtast í privatum heimum, har húsfólkini hava hvør sítt kort ístaðin fyri fyri egnan lykil. Um eitt av húsfólkunum missir kortið burtur, verður tað slettað elektroniskt, soleiðis um onkur finnur tað, kann tað ikki nýtast aftur.


Vit koma eisini heim til privatfólk at vegleiða tey um hvussu tey best kunnu tryggja seg við teimum røttu lásaskipanunum, sigur Helgi Johannesen, stjóri í BSV.