Um miðjan september gevur sangbólkurin SALT nýggjari fløgu út. Heitið á hesi fløguni er ógvuliga hóskandi: SALT - try again. Fyri knøppum trimum árum síðani trein sangbólkurin SALT inn á føroyska tónleikapallin við fløgu, ið rætt og slætt bar heitið: SALT. Fløgan varð sera væl móttikin og er framvegis javnan at hoyra í loftmiðlunum.
Eins og hin fyrra, fevnir SALT - try again innihaldsliga rættiliga breitt. Á fløguni eru bæði stillir, yndisligir, popputir og slóðbrótandi acapella sangir, og so eisini popputir og popp/rokkutir sangir við tónleiki. Umframt at SALT syngja á bæði føroyskum og enskum, er innihaldið í tekstunum eisini ymiskt. Har eru bæði gamlir sálmar og sangir, umframt nýggjari tekstir.
Útgávan verður markerað við stórari ÚTGÁVUKONSERT í Norðurlandahúsinum Sunnudagin 16. september kl 19:30










