Salong Afrodite: Kundin vil slappa av - ikki tosa um politikk

Frisørstovan Salong Afrodite merkir ikki so nógv til valfepurin, sum herjar í býnum hesar dagarnar

Klaksvík:
Joan Baldvinsdóttir, sum eigur og rekur Salong Afrodite, heldur ikki, at valfepurin merkist so nógv í arbeiðsdegnum hjá henni.
- Kundin kemur inn her fyri at slappa av, og ikki fyri at tosa um politikk, sigur Joan.
Onkuntíð hevur hon tó sett onkrum onkran spurningin viðvíkjandi komandi løgtingsvalinum, men áhugin er ikki so stórur fyri at koma inn á tað politiska tosið.
- Viðhvørt hava kundarnir tó onkra viðmerking til ymiskt, sum verður sagt í útvarpinum, men meir enn tað merkja vit ikki, greiðir Joan frá.
Joan sigur annars, at tey ungu sum heild als ongan áhuga hava fyri løgtingsvalinum. Tey virka meir líkaglað.
Joan heldur eisini, at mannfólkini vísa seg at hava størri áhuga fyri tí politiska orðaskiftinum, sum er í hesum døgum. Teir mannligu kundarnir kunnu onkuntíð tosa eitt sindur aftur og fram um onkur politisk evni, meðan kvinnurnar heldur vilja tosa um okkurt annað.
Sjálvt hevur Joan tikið støðu til, hvønn flokk hon skal velja. Men enn veit hon ikki, hvør persónur sleppur avstað við júst hennara atkvøðu.