Í Avstralia hava tey funnið Salmonella DT 104 bakteriuna í fleiri turkiskum Helva-vørum frá framleiðaranum Gulsan og Ceren. Í Gulsan-vørunum er staðfest, at talan er um Salmonella-bakteriuna, sum heilivágur ikki rínir við. Cerenvørurnar verða framvegis kannaðar.
Talan er um søta turkiska sesampastu við navninum »Gulsan Kakaolou Helva« (við sjolulátasmakki) og »Ceren Vanilyali Helva« (við vaniljusmakki) eins og »Ceren Kakaolou Helva« (við sjokulátasmakki).
Fyribils er frætt um 14 sjúkratilburðir úr Australia, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan í tíðindaskrivi.
Pakkarnir, sum Salmonella DT-104 er funnin í, eru hesir:
? Gulsan Kakalou. ? 800 g. Minst holdbar til 10/2001. Produceret 10/2000. Prod. nr. 18151
? Gulsan kakaolou. ? 400 g. Minst holdbar 10/2001. Produceret 10/2000. Prod. nr.: 18151
? Gulsan Sade. ? 400 g. Mindst holdbar 10/2001. Produceret: 10/2000. Prod. nr.: 18154
? Gulsan Antep Fistikli. ? 800g. Minst holdbar 10/2001. Produceret 10/2000. Prod. nr.: 17164
? Veren Vanilyali ? 350 g. Mindst holdbar 10/2001. Produceret 10/2000. Prod nr.: 18283 samt 17353
? Ceren Kakaolou ? 350 g. Mindst holdbar 10/2003. Produceret 10/2000. Prod. nr.: 17348.
Tá tað ikki kann útilokast, at hesar vørur eru til sølu í Danmark, heitir danska matvørustýrið á brúkarar, sum liggja inni við hesum vørum, at beina fyri teimum ella bera tær aftur, har tær eru keyptar.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur somu áheitan á føroyskar brúkarar.
Danska matvørustýrið ger eisini vart við, at ábyrgdin fyri ikki at selja heilsuskaðiligar vørur liggur hjá innflytara og handlandi.










