Psykiatriin er eitt stórt og vanrøktað øki. Sálarligu sjúkurnar verða ikki viðurkendar sum aðrar sjúkur, og vantandi kreppuhjálp, fígging og hølisviðurskiftir gera, at fólk í øllum aldrum, sum líða av sálarligum sjúkum, verða raðfest lægri enn onnur
Tað mest átrokandi er, at:
· viðurkenna sálarligar sjúkur javnt við likamligar sjúkur.
· ein sleppur fram at bráðfeingis hjálp beinanvegin, tá ein hevur tørv á sálarligari hjálp.
· útbyggja deildirnar, eitt nú við eini ungdómsspykiatri.
· bjóða tí sjúka sosialt virksemi, betri bústaðarmøguleikar og uppfylging við regluligum samtalum, tá viðkomandi kemur út aftur.
Samfelagið eigur harumframt at vera meira opið fyri viðgerð, sum snýr seg um meira enn medisinering. Eitt nú ráðgeving og kunning um at uppbyggja seg sálarliga við likamligari venjing, um fyrimunir og fyribyrging við røttum kosti og rørslu.
Sumt av hesum - eitt nú útbyggingar og bústaðarmøguleikar - krevur størri íløgur í heilsu- og almannaverkið, samstundis sum tað mangla íløgur á nógvum øðrum økjum í vælferðartænastunum hjá okkum. Hesir pengar skulu finnast. Og ein komandi samgonga skal semjast um, hvussu peningabrúkið skal raðfestast. Men fyrsta stigið, sum er at viðurkenna sálarligar sjúkur javnt við aðrar likamligar sjúkur, kostar einki. Tað krevur bara eina hugburðsbroyting, og at tað á papírinum kann verða staðfest, at ein sálarlig sjúka hevur uppiborið somu raðfesting sum ein og hvør onnur sjúka.
Sunneva H. Eysturstein
Valevni fyri Framsókn