Stutt eftir, at tað í kvøld gjørdist greitt, at Liverpool skal møta Real Madrid í finaluni í Champions League, legði áleyparin hjá Liverpool, Mohamed Salah, nøkur orð út á Instagram og Tvitter.
Her skrivar hann, at Liverpool hevur eitt úrslit at gera upp við, nú teir aftur skulu møta Real Madrid í finaluni. Salah fekk tað, hann ynskti sær - eina finalu ímóti Real Madrid, sum Liverpool tapti fyri fýra árum síðan.
- Eg má vera erligur og siga, at eg vildi møta Madrid. Vit taptu finaluna ímóti teimum seinast, so lat okkum nú møta teimum aftur, sigur Liverpool-stjørnan við útlendskar miðlar.
Í finaluni, sum Mohamed Salah sipar til og sum varð leikt í ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv, vóru leiktir 26 minuttir, og støðan var 0-0, tá Salah noyddist av vøllinum. Hann varð feldur av Sergio Ramos.
Liverpool-áleyparin fekk ein akslaskaða. Málmaðurin, sum tá var Loris Karius, stóð ótryggur í Liverpool-málinum, og Real Madrid vann finaluna 3-1.
Nú Real Madrid vann semifinaluna á Manchester City í kvøld, fáa Mohamed Salah og hansara liðfelagar ein nýggjan møguleika ímóti liðnum, teir taptu fyri fýra árum síðan.