Mohamed Salah, sum í summar skifti frá Roma til Liverpool, er higartil toppskjútti í ensku Premier League. Mohamed Salah er komin á máltalvuna níggju ferðir fyri Liverpool teir fyrstu 12 dystirnar av Premier League kappingarárinum.
Men tað lá ikki alla tíðina í kortunum, at Liverpool skuldi keypa egyptiska landsliðsleikaran. Tí sambært Paul Joyce frá The Times, ið fylgir Liverpool tætt, hevði Jurgen Klopp tríggjar aðrar leikarar omanfyri Mohamed Salah á sínum ynskilista í summar.
Christian Pulisic úr Dortmund, Julian Draxler úr Paris Saint Germain og Julian Brandt úr Bayer Leverkusen vóru nevniliga sambært Paul Joyce allir omanfyri Mohamed Salah á ynskislistanum hjá Jurgen Klopp í summar, tá Liverpool ætlaði sær at styrka um liðið. Felags fyri teir allar er, at talan er um týskar leikarar.
Umframt at vera toppskjútti í Premier League í løtuni, hevur Mohamed Salah eisini skorað fleiri mál í Champions League kappingini. Við øllum kappingunum, hevur Mohamed Salah higartil spælt 18 dystir fyri Liverpool og skorað 14 mál.
Seinni í kvøld spæla Mohamed Salah og Liverpool truplan útidyst í Champions League kappingini móti Sevilla.