Saknar politiska umhvørvið

- Eg sakni politiska umhvørvið, men hinvegin havi eg altíð havt áhuga fyri fjølmiðlum eisini, sigur Helgi Abrahamsen

Helgi Abrahamsen hevur seinastu seytjan árini verið partur av politiska umhvørvinum. Fuglfirðingurin, sum er búsitandi á Strondum, var frá 1999 og tíggju ár fram skrivari í Sambandsflokkinum, og eftir tað var hann løgtingsmaður í sjey ár, áðrenn hann fall á løgtingsvalinum í heyst. 


- Í politikki veitst tú, at tú ert valdur í fýra ár, og so hevur tú ikki trygd fyri nøkrum. Eg kendi tað ikki sum eitt misálit, at eg ikki varð valdur aftur í fjør. Eg fekk 350 atkvøður og var akkurát ov stuttur at koma innaftur, sigur Helgi Abrahamsen við VikuskiftisSosialin.

- Løgtingsvalið var ikki meira enn farið aftur um, so fekk eg teldupost frá løgtingskrivstovuni, har eg var biðin um at koma at tøma míni skáp og avlevera lyklar. Tað kann ivaleyst samanlíknast við at verða koyrdur til hús frá arbeiðnum og kundi verið gjørt eitt sindur lagaligari, men eg veit eisini, at tað er nýggj fólk, sum skulu til arbeiðis.

Eftir seytjan ár í einum umhvørvi, er tað ikki bara lætt at fara úr tí og í annað.

- Eg sakni politiska umhvørvið, men hinvegin havi eg altíð havt áhuga fyri fjølmiðlum eisini, og eg havi fingið mær eina útbúgving innan journalistikk, sum eg nú fái høvi at brúka, sigur Helgi Abrahamsen, sum nú starvast sum blaðmaður á Norðlýsinum.

Samrøða við Helga Abrahamsen kann lesast í Sosialinum um vikuskiftið.