Saknar góða venjingarútgerð

Todi Jónsson hevur sínar drúgvu royndir innnan fótbólt. Góða venjingarútgerð hevur hann tó støðugt saknað

 

 

Todi hevur seinnu árini havt serstaka coaching, har hann hevur virkað sum ráðgevi og persónligur venjari hjá fleiri fótbóltsspælarum.

 

Hóast hann eisini hevur annað starv, so hevur hann á ongan hátt slept yrkinum sum coach innan fótbóltsheimin, og nú hevur hann víðkað um virksemið.

 

- Í mínum starvi sum persónligur fótbóltsvenjari veit, hvussu stóran týdning tað hevur, at tann einstaki spælarin kann venja út frá egnum fortreytum. Eg havi tí roynt at leitað fram venjingaramboð, so tað øll hava møguleikan at betra um bóltførleika og styrki, skrivar Todi á heimasíðuni, fodboldcoachingshop.dk.