Tað eru tríggir politikarar á tingi, sum tykjast hava sett sær sum mál at seta niður upp á javnaðarfólk. Ikki við politiskum argumentum, men heldur við reinum persónsálopum. Teir fara ikki eftir bóltinum, men eftir manninum. Hesir tríggir tingmenninir eru Høgni Hoydal, Tórbjørn Jacobsen og Magni Laksáfoss.
Skal í hesi viðmerking hefta meg við seinasta snilda álopið frá Høgna Hoydal, har hann kærir meg til formansskapin. Sjálvandi ger hann tað við at leggja mær orð í munnin. Tað er honum so líkt. Hann er jú heimsmeistari í manipulatión, sum næstformaðurin í hansara egna flokki fleiri ferðir hevur sagt upp á skrift.
Høgni Hoydal kærir grundað við hesari frágreiðing:
>>Seint út á seinnapartin, sat John Johannesen í formansstólinum, tá ein áhoyrari kom innar í tingsalin við áhoyraraplássini.
Hesin áhoyrari arbeiðir sum fjølmiðlafólk í Miðlahúsinum, og er samstundis forkvinna í unga Tjóðveldinum.
Tá John Johannesen bar eyga við áhoyraran, segði hann frá formanssessinum nakað soleiðis (siterað eftir minninum): "Ja, nú kom so eitt umboð fyri Tjóðveldisútvarpsstøðina inn í salin..."<<
Veruleikan gloymir Høgni Hoydal sjálvsagt við vilja. Veruleikin er, at hendan dagin og dagin fyri høvdu serliga Høgni Hoydal og Tórbjørn Jacobsen víst ómetaliga vánaligan tingsið. Høgni Hoydal mátti 4 ferðir átalast fyri at sita og rópa úr salinum upp í móti røðara á røðarapallinum og enntá ímóti formanninum. Hóast átalurnar, vildi hann ikki geva seg undir avgerðir formanssins. Hann hevði eitt greitt endamál. Hann førdi eitt show og vildi hava formannin, sum hesa løtuna var ein javnaðarmaður – nevniliga eg sjálvur – at taka orðið frá sær, so hann kundi fara út í fjølmiðlarnar at rópa um, at “nú var Javnaðarflokkurin farin so langt, at tann ódemokratiski John Johannessen hevði tikið orðið frá honum”.
Men hendan ætlanin hjá Høgna Hoydal eydnaðist ikki. Heldur ikki, tá hann frá sjálvum røðarapallinum royndi at provokera við ikki at fara av røðarapallinum, tá eg hevði gjørt honum greitt, at tíðin langt síðani var farin.
Hesa misnýtsluna av tingsalinum til politiskan glæntrileik hava vit fleiri ferðir umrøtt í formansskapinum. Vit eru allir fýra samdir um, at vit skulu vera meira aktivir frá formanspallinum og brúka øll neyðug amboð at draga tingviðgerðina upp úr tí díki, sum hon seinastu tíðina er fallin í. Tí tað, sum gongur fyri seg í tingsalinum fyri tíðina, er undir alt lágmark.
Viðvíkjandi útvarpskvinnuni er tað at siga, at hon kom inn júst meðan eg gjørdi vart við, at nú bleiv ikki longur sent úr tingsalinum á rásini hjá Kringvarpinum, tí nú var so seint liðið út á dagin. Og tí kundu tingmenn halda seg aftur við teirra undirhaldi fyri myndatólunum. Men so skoytti eg hesi orð uppí, tá eg sá útvarpskvinnuna: “Men hetta ger kanska onki, tí nú kom útvarpsstøðin hjá onkrum politiskum flokki á vitjan”.
Hetta var meint sum skemt og var kanska betri ósagt. Tað var í øllum førum ikki meiningin at niðra nakran við hesi viðmerking. Tað kemur meira enn so fyri, at tað fellur onkur skemtilig viðmerking frá formanninum, tá liðið er út á kvøldið við tingfundi.
Kann leggja afturat, at viðmerking mín var grundað á tær hudraðtals ákærur, sum koma frá Høgna Hoydal og Tórbjørn Jacobsen av tingsins røðarapalli, um at Rás2 er rásin hjá Javnaðarflokkinum, og at Portalurin er málgagnið hjá Javnaðarflokkinum og so framvegis.
Men Høgni Hoydal hoyrir tað, ið hann vil hoyra. Og Høgna Hoydal so líkt, verður ein slík hending við einum speiskum smíli manipulerað til at vera nakað ræðuligt ímóti honum ella onkrum øðrum. Høgni Hoydal er jú ein av teimum trimum tingfólkunum, ið hava bygt sína politisku karrieru upp á at demonisera onnur.
Gott er tað, at alt sum fer fram í tingsalinum verður tikið upp á band og goymt. Tað fær meg hóast alt at kenna meg tryggan ímóti slíkum ósakligum álopum, sum hesum frá Høgna Hoydal.